Pál Joensen svimur 1500 frí á DHM í morgun

Tað er kapping nr 7 á Danske HoldMesterskaber í morgun, og Pál skal svimja í riðli 3 av 4. Til ber at fylgja við ‘live’ her á livetiming.se. Pál vinnur mest sannlíkt teir 1500, av tí at Mads Glæsner ikki svimur; men tað sæst ikki á skránni, við tað at feløgini sjáldan melda til við tilmeldingartíðum á DHM. Danska juniormetið (hjá Glæsner) er 14:50.72, og seniormetið 14:45.16

28 thoughts on “Pál Joensen svimur 1500 frí á DHM í morgun”

  1. Hann hevur Jon Rud úr West Swim undir liðini á sær, sum ikki kann vera heilt galið.

    Eg skrivi millumtíðirnar upp her:

    • 50 – 27.25 (nr 2)
    • 100 – 56.64 (nr 1)
    • 200 – 1:56.91 (klárt nr 1, 1½ sekund framman fyri Rud)
    • 300 – 2:57.40
    • 400 – 3:58.24 (kláárt nr 1, næstan 6 sekund framman fyri Rud)
    • 500 – 4:59.32 (enn undir 1500 á 15 min)
    • 600 – 6:00.28 (ups, skeivu megin 6 min)
    • 700 – 7:01.90 (slækkar hann á?)
    • 800 – 8:03.45 (nr 1 við 10 sek, men undir 15 verður tað nokk ikki)
    • 900 – 9:04.81
    • 1000 – 10:06.57 (1500 undir 15 er langt burturi nú)
    • 1100 – 11:07.94
    • 1200 – 12:09.75 (enn laaangt fremst, 15-20 sekund)
    • 1300 – 13:11.15
    • 1400 – 14:12.48
    • 1500 – 15:12.80 (ikki føroyskt met, Rud svam 15:37.11)

    OK, ikki føroyskt met, og heldur ikki so skjótt sum eg vónaði. Men men, DHM er taktiskt spæl, har tað er týðandi at hann svimur væl í øllum sum hann er tilmeldaður í; og tað kann tí væl hugsast at hann hevur fingið boð um ikki at drepa seg fyri met ella tíð undir 15 minuttir.

    1. Jón fortaldi í útvarpinum beint nú, at hóast Pál gott nokk ikki átti at toppa beint nú, so var hann (Pál) eitt sindur skuffaður. Har var okkurt við at ein startskammil brotnaði og teir tí máttu bíða eyka 45 minuttir meðan ein annar kom í staðin (og upphitingin/innsvimjingin tí miseydnaðist). Men tíðin er hóast alt tann næstbesta nakrantíð hjá Pál.

  2. Hmm, alt gott um Pál, men eg hevði altso gott tiltonkt mær at fingið at vita um Pál ikki eigur at fáa úrslitini frá síðstu kapping í Føroyum strikaðar??? Av tí at tað er minni enn 30 dagar síðan at hann luttók í kapping her heima, eigur hann so ikki at hava antin karantenu í dk ella her? Og guð viti um hann fær 30 dagars karantenu tá hann so kemur heim aftur??? OG NEI JÓN B, HETTA ER IKKI FYRI AT VERÐA MISSUNNILIGUR Á NAKRAN HÁTT!!! Eg meini altso at ein regul er ein regul, og reglurnar eiga at raka øll!!!

    Annars all the best herfrá… eg eri eisini stoltur av at vit (Føroyingar) eiga ein so evnaríkan svimjara sum Pál.

    Søren

    1. Hendan reglugerð hjá danska svimjisambandinum gevur okkum føroyingum rætt til at luttaka á donskum meistarastevnum, gerast danskir meistarar og seta danskt met, um vit eru í einum donskum felag. Tað sær út til at tað eisini er í lagi samstundis at varðveita limaskap í føroyskum svimjifelag, og luttaka á føroyskari meistarastevnu:

      § 5.
      Færøske og grønlandske medlemmer kan deltage i DIF’s Danmarks Mesterskaber og i Dansk Svømmeunions Mesterskaber, hvis disse er medlem af en forening under Dansk Svømmeunion.
      Disse medlemmer kan noteres for danske rekorder.
      Disse medlemmer kan, hvis de har bevaret deres medlemskab af en færøsk eller grønlandsk forening, deltage i disse forbunds nationale mesterskaber.
      Disse medlemmers deltagelse i landskampe og internationale stævner følger af FINA’s GR 2.5 og GR 2.6 (“sportsligt statsborgerskab”).

      Men stóri spurningurin er sjálvsagt, hvat føroysku reglurnar sigur. Og heilt erligt, tær eru so væl krógvaðar í mytisku ‘gerðabókini’, at eg tori einki at siga.

      1. Eg takki fyri Rókur, at tú tímdi at svara mær, men hatta var nú akkurat tað eg meinti… eg eri væl vitandi um hasa regluna, men tað eg meinti er, at tá Kári skifti frá Ægir til FS í ár, tá fekk hann eina 30 daga karantenu (ja hann luttók í sprinkappingini, og ja hann fekk fleiri medlajur, men hann fekk at vita, at um hann setti met, so bleiv tað ikki góðtikið vegna hasa 30 daga regluna.) Og so er tað tað, at Pál skiftir jú felag frá SuSvim til Aalborg, og so aftur til SuSvim… so, við hesum í tonkunum, eigur hann so ikki eisini at fáa karantenu???

  3. hey tid øll.Eg kan lesa her um Pál skal hava karantenu,eg kann barða siga tað sum eg havið lysi meg til.
    fyri tað firsta fynni eg ongastani í tí føroysku svimjilóðinum nakað sum helst um 30 daga regulin,men han er at finna í tí hondbókini sum eg havið sum er DONSK og kann ikki brúkast í føroyum also 30 daga regulin í hesum førinum hjá Pál. Stut sakt denne ló geller ikke på færørne.
    so kanska man skuldi fyngi nakrar reglur sum man sleppur frá ivaspurningum.MEN FYRI GUDS SKILD GERÐI TÆR SO,AT MAN KANN HAVA EITT GOTT HANRIT AT LESA OG GOTT FYRI SVIMJARAN.í so fall eg skuldi brúkt mína donsku reglar í hesum førinum so fynni eg onki sum kann gevða 30 dagar karantenu,tí eg veit at Susvim hevur hanla ræt í hesum.Hetta er barða gott Fyri svimjarir at sleppa at royna seg KOYR À
    Hetta er mín meining og stendur fyri mína rokning sum stendur her
    VH
    Dan Hjelm

    1. Mær vitandi eru allar reglurnar hjá Fina galdandi í føroyum Dan!! So um tað stendur nakað um 30 dagars karantenu har, so er eigur tað eisini at hondhevast her, um tað so er danska, enska ella kinverska versiónin hehe.

    2. Eg haldi við tær, at tað er gott at tey sleppa at royna seg. Pál møtir mótstøðu á hasi stevnuni, og tað hevur hann brúk fyri. Hartil er hetta við ‘holdmesterskab’ nakað sum hann ikki fær her heima, at sleppa at royna tað at arbeiða ikki bara fyri seg sjálvan, men fyri liðið. Og eingin av okkum ynskir væl at hann skal útilokast frá FM, ha?

      Kanska onnur hava verið snýtt fyrr, vegna karantenu og annað, men fyri tað nýtast vit ikki at halda á at gera tann feilin umaftur og umaftur.

      Nakað annað er, at eg kundi hugsað mær at vita hvussu tað riggar ‘hin vegin’. Kunnu danir frítt luttaka á FM her heima, gerast føroyameistarar og seta føroysk met, bara teir (eisini) eru limir í einum føroyskum felag? Um so er, so eiga vit í FLOT kanska at umhugsa at keypa okkum nakrar danskarar heim 😉

      (Og ja, sjálvt um eg provokeri her omanfyri, so haldi eg faktiskt at tað eigur at vera so. Reglan má vera tann sama báðar vegir, ‘på godt og ondt’)

  4. tú finnur heldur ikki í tí ensku útgávuni sum kann gevða karantenu í hesum førinum
    dan

    1. Hvussu skal man so forstanda hesa regluna?”GR 2.6 Any competitor changing his affiliation from one national governing body to another must have resided in the territory of and been under the jurisdiction of the latter for at least twelve months prior to his first representation for the country.”

      Hmm åh ja hetta er kanska bara galdandi tá man skiftur natión ha?! Og man skiftir jú ikki natión tá man skiftur frá at verða Føroyingur til at verða Danskari? Nei tí vit sleppa jú at luttaka til OL sum Danir… Galið tað er stravið at verða Føroyingur hehe, ongin veit hvat tað er… ik ein gongd vit LOL.

  5. Fyrst of fremst skilji eg hasa regluna at vera galdandi, tá ið talan er um at skifta landslið.
    Tá ið tað er sagt, so haldi eg, at út frá fyrru helvt hasi regluni kunna vit greiðliga allýsa, hvat ið ein føroyingur er: ein sum svimur í Føroyum. Tí tað stendur svart upp á hvítt ‘national governing body’ (og ikki nation, country ella state t.d.), sum vit jú hava í Føroyum (hóast vit ikki eru ein statur við fullveldi). So far so good! Men so renna vit okkum í eina linguistiska fellu, tí víðari stendur, at víðari stendur ‘must have resided in the territory of and been under the jurisdiction of the latter for at least twelve months’, og Føroyar eru jú eitt ‘territory’ í Danmark, sostatt stednur nú á jøvnum ..vit hava egnan ‘national governing body’, men ikki egið ‘territory’….? Hvør hevur so rætt, og er tað yvirhøvur møguligt at skifta millum Danmarkar og Føroya? Og tá ið ein føroyingur skal skifta til t.d. Svøríkis ella Onglands, hvat so ..skiftir hann úr Danmark ella Føroyum ella kanska báðum?
    Tað er at kalla ógjørligt at svara hesum, tá ið vit hyggja at síðsta parti av regluni.. “prior to his first representation for the country.” Mín sann um ikki teir koma við enn einum orðið ‘country’.. vanliga verður ‘country’ nýtt um tað sama sum ‘state’ ..also Føroyar eru ikki eitt ‘country’. Men um við nú líta aftur á fyrra partin av regluni, verður har tosað bæði um ‘national governing body’ og ‘territory’, Føroyar hava egnan ‘national governing body’, men ikki egið ‘territory’. ..avgerandi spurningurin er so, vísur endaorðið ‘country’ aftur til ‘national governing body’ ella ‘territory’? Eg vildi mett, at tað í størri mun vísir aftur til ‘territroy’, tí hetta stendur nærri, og tí tað verður nýtt í sama beinleiðis samanhangi, umframt at ‘territory’ og ‘courtry’ standa bundin, meðan ‘national governing body’ stendur óbundið. Men kortini eri eg ivaleysur í, at einhvør snildur løgfrøðingur kundi fingið tað at vent hinvegin. Men tað er ikki til at vita ..henda reglan er í øllum førum torfør at seta í føroyskan samanhang, og hon kann skiljast uppá nógvar ymiskar mátar ..sum so ofta er…
    So er tað tað …hvussu kunnu vit loysa ein slíka trupulleika, so alt gerst munandi lættari og greiðari at skilja? Ja, í míni verð er tað bara ein máti at gera tað. Havi nenvt tað mangan áður ..so helst kunnu tit gita, men tað skaðar helst kortini ikki at siga tað enn einaferð. Tað einasta, sum krevst fyri at vit kunnu sammeta okkum við aðrar tjóðar, skilja og nýta altjóða reglur, umboða okkara egna land til t.d. OL o.s.fr. er fullveldi. At Føroyar verða skipaðar sum ein sjálvstøðugur statur. Og tað er bara vit, sum kunnu avgera tað. Vit, sum kunnu avgera um vit skulu kunna nýta og skilja reglur sum hasa, um vit skulu hava møguleikan at verða umboðað til OL o.s.fr o.s.fr…valið liggur í okkara honum! Onga aðrastaðni!

    1. Takk fyri eina gjølla greining av hasum har.

      Persónliga havi eg tað soleiðis, at um danir ikki síggja ein trupulleika í hasum, so geri eg tað heldur ikki. Ikki tí at danir altíð hava rætt, men tí at tey hóast alt hava fulltíðarlønt fólk til at sita og hyggja í hasar reglurnar. Og tey hava alla orsøk til at vera áhugað í málinum, nú Pál jú ávirkaði donsku meistarastevnuna, so at Gladsaxe flutti niður heldur enn Aalborg.

      Tað sum bara er øgiliga spennandi, er hvat føroyingar gera tann dag ein ‘fullblóðs’ dani (ella ‘nullblóðs’ føroyingur 🙂 vil luttaka á føroysku meistarastevnuni. Tí hurðin gongur væl báðar vegir, ha?

  6. Fái fyrst greitt hvat tit diskutera? OL ella DHM? Hava helst ikki heilt somu reglur – OL hevur ein góðan vana við at hava egnar reglur.

    Secondly, smag, um tú nú sigur at Føroyar er eitt “territory” – hvat tað er, við egnum “national governing body”, so hvørja mótsetningarnir knappliga – gersovæl. “Country” skal í hasum samanhanginum skiljast sum tað man tosar um – hatta er, sum eg lesi tað nemlig def. uppá “country”.

  7. Hóast kjakið nú er farið nakað av sporinum, loyvi eg mær at viðmerkja og royna at svara tí tú nevnir…
    Fyrst og fremst haldi hetta kjakið hevur flutt seg meiri út í støðuna viðvíkjandi altóða føroyskari ítróttarumboðan.
    Púra rætt, at um tú sært Føroyar sum “territory”, so er einki at ivast í tí tú sigur, tí vit eru ein “national gov. body”.
    Men eg síggi ikki Føroyar sum “territory”, men sum part av Danska Ríkinum, vísandi til Grein 1 í Heimastýrislógini “Færøerne udgør inden for denne lovs rammer et selvstyrende folkesamfund i det danske rige”. Hinvegin stendur víðari í grein 1 í somu lóg, at vit eru tað, sum í hesum førinum er “national governing body” (hava rætt til egið fólkavalt ting og landsstýri). Also tvey ymisk hugtøk, “territory” og “national governing body”. Og júst sum tú sigur, segði eg somuleiðis í fyrri viðmerkingini, at “country” vísir aftur til tað, sum áður er nevnt (i.e. “territory” ella “national gov. body”). Stóri spuriningurin er so, vísir tað aftur til “territory” (eftir mínum tykki DK í hesum førinum) ella “national gov. body” (FO í hesum føri). Sum víst á, meti eg at at tað heldur vísir til “territory” enn “national gov. body” (sí fyrru viðmerking); men at eingin ivi er um, at tað kann nýtast báðar vegir.

  8. Lat meg fyrst byrja við at nevna, at eg upprunaliga helt at Pál átti at fáa eina karantenu, av tí at hann skifti felag, frá SuSvim til Aalborg (og allar helst aftur til Susvim.) Men nú eg havi leita bæði upp og niður í reglum og lógum, so síggi eg, at tað er onki til hindurs fyri at ein føroyingur er limur í bæði einum føroyskum og einum donskum svimjifelagi í senn. Ein føroyskur svimjari kann eisini skifta felag her heima so galið hann vil, uttan at fáa nakra sum helst karantenu ella annað, so vítt eg dugi at síggja. Kanska man átti at fari til at havt eitt svimjiloyvi, eins og ein fótbóltspælari hevur eitt spæliloyvi, hetta eigur so felagið, har svimjarin er, at hava um hendi, og um svimjarin skiftur felag, so kann hann bert tað, um tað felagið hann skiftur til, fær svimjiloyvi frá fyrrverðandi svimjifelagnum! Tað haldi er upplagt!!!

    Men so er tað hatta sum Rókur nevnur. Hatta haldi eg vera sera áhugavert. Tí um føroyingar kunnu til ein og hvørja tí, luttaka til eina meistara stevnu niðri, ja so dugi eg ikki at síggja hví tað ikki skuldi verðið galdandi hinvegin? Provokerandi?? JA! Men sum Rókur sigur, tá hurðin er opin, kann man so ikki ganga báðar vegír ígjøgnum hana?

    Og so til Smag… Hatta er sera stuttligt sum tú nevnir við at skifta natión! Um ein føroyingur skiftir til at vera onglendingur, skiftur hann so frá at vera føroyingur ella dani? Hehe hetta er ein ordans suppa sum vit her hava kóka upp, men gott at síggja at menn taka hetta í álvara (við eitt sindur av humor í sjlavandi).

    Men hvat ger SSF, um eitt nú Ægir keypir eina rúgvu av svimjarum upp úr dk, fyri at luttaka til FM??? Provokerandi spurningur, men eg haldi at SSF má gera eina lógávu sum skjótast um hetta, tí tað kann vera so skjótt, at onkur ger sær “dælt” av hesum. (Persónliga dugi eg ikki at síggja nakað galið við at okkurt felag keypir nakar danir hertil til at luttaka til FM, tí í síðsta enda ferð tað bert at gera okkara svimjarar enn skjótari 🙂

    Við provokerandi kvøðu
    S

  9. Men skal man ikki hava luttikið í føroyskari stevnu minst 1 mánað áðrenn FM ? Skal ik siga at tað er so, men eg haldi at er ørminnist okkurt um hetta ?

    1. Mær vitandi stendur tað onganstaðnis at man skal hava luttikið í føroyskari stevnu minst 1 mánað áðrenn FM! So vítt eg veit, so er einasta treyt, at tú hevur bronsunál í hvørjari einkultari grein!

  10. jú tú minnist rætt Kári um hattar har at man skal hava lutiki her heima í 1 ár ella okurt í tan rætning.
    MEN trupoleikin við hesum er sum Søren sigur, hann kan ikki finna hesa reglu nakrastani.
    hetta er barða samtikt onkunstani veit ikki hvar, menn ikki skriva sum ló ella nakað sum man kan lesa.
    Tað er soleiðis at eg minnist hetta eisini tað umfataði landsligi eisini uppá onkran máta eisini(hvat og hvussu minnist eg ikki)
    hendan samtyktin er ikki til nittu fyri okkum nú
    vh
    dan

  11. Veit nakar hvussu verður við DÅM í ár ? Vit eiga avgjørt nakrar góðar svimjararar at koyra avstað. Vónandi vaknar SSF, og vil stuðla, so okkara góðu ungu eisini kunnu sleppa uppí part. Ikki so gott at man bara hugsar um Manchester og tey ið eru ovast, so steðgar alt skjótt upp. Vit hava longu mist so ótrúliga nógvar svimjarar síðan Petur Heðin gavst sum landsliðsvenjari, tí teir sum komu aftaná hann hava bara hugsa um eliduna.

    1. Á Toftum ganga vit bara út í frá at tað verður sum í fjør. Altso okkurt a la at gjalda og SSF samskipar.

      Annars er Petur Heðin (eisini) landsliðsvenjari aftur 🙂

  12. Ja man kann ganga og bara vóna at Okkara spentu,ágrýtnu fittu ungu svimjararar aftur í ár sleppa til DÅM.
    SSF sleppur bara alt ov lætt. Áttu vit ikki nakrar eldsálir í Føroyum sum brenna fyri svimjingini, so sluppu hesi einki. À sama hátt við Køge Open, har eru tað faktiskt somu persónar ið gera tað so at hetta ber til. Gott nokk hevur SSF stuðla við einari mini uphædd til DÅM.
    Haldi bara at tað er í tøkum tíma at okkara ungu svimjarara verða prioterair. Tey venja 5 til 7 ferðir um vikuna, tey hava sínar kappingar at fara til í Føroyum, men SSF má hava skipaðar gularøtur til tey,annars missa vit tey.
    Ja Rókur, nú er Petur Heðin sloppin fram at aftur, men saman við honum sum legði alt ungdómsarbeiðið á hyllina, og gjørdi sítt til at so nógv eru givin…vónandi verður hetta ein duo ið nógv gott spyrgst burturúr.
    Vit eru so fá, so góðu venjarar og SSF geri tað so at øll sum svimja koma at trívast.
    Tað er bara so í dag, at tað eru so nógv tilboð av øllum slag, ikki minst at tað eru so nógvar ítróttargreinar,so kapping er um børnini og tey ungu, tað er bara so. So kom on lat okkum bróta upp armar, øll sum vilja svimjingini nakað gott.

  13. Ja tað er sannheit, alt ov nógv børn gevast at svimja, tað er ongin gularót, sum tú sigður ,tað eru ov faðar avbjóðingar til tey , vit muge royna at fáa tey, sum hava interessu fyri svimjing at trívast.
    Bara ein felags venjingarlega fyri hesi ungu svimjara hevði kanska verði ein birjan, fyri at fáa tey sjóðaði eitt sindur saman, og fáa eyka trening, tað hevði veri super, eisini at sleppa uttalands tað er ein eyka stór gularót fyri tey sum hava valt svimjing. sum teirra favorit sport grein. 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.