Tiltikni australski venjarin Forbes Carlile hevur sent eitt opið bræv til svimjiheimin, har hann sigur at ítrótturin hjá honum verður prostitueraður av nýggju draktunum. Italski høvuðsvenjarin Alberto Castagnetti kallar LZR draktina fyri ‘tøkniliga doping’. Craig Lord á SwimNews koyrir eina hetz sum eg gjarna viðgangi smittar av upp á meg og svimjing.com. Og nú sigur enntá FINA forsetin sjálvur, at tað ikki er ov seint at umhugsa reglurnar fyri hvussu draktir verða góðkendar.
Ábreiðslurnar eru harðar. Carlile roynir at fáa LZR draktina og líknandi draktir bannaðar frá ungdómssvimjing í Avstraliu, og sær gjarna at tær tiknar aftur eisini í eldru bólkunum. Greinin í SwimNews vísir á, at hesar draktirnar bara tola at ein fer í tær einar 6-12 ferðir tilsamans, og útlit eru tí til at elitusvimjarar skulu gjalda einar 50.000 krónur um árið til draktir, um teir ikki fáa onnur at gjalda fyri seg. Hann mótmælir eisini at FINA sigur at eingi prógv eru fyri at draktirnar hjálpa, tá ið framleiðararnir sjálvir siga at tað er so, og svimjararnir føla tað, og fólk sum greina svimjararnar áðrenn og aftir staðfesta ein mun. ‘Placebo’ effekt ella ei, so verður ítrótturin skaddur av hesum. Hann endar við at spyrja retoriskt, um FINA kanska er í lummanum á framleiðarunum.
Av teimum 19 langteinametunum sum eru sett síðani februar, eru 18 sett við at nýta LZR draktina. FINA forsetin Larfaoui heldur hetta vera frálíkt, so leingi sum øll kunnu skaffa sær eina; men italski høvuðsvenjarin Alberto Castagnetti kallar tað fyri tøkniliga doping. Ov nógv fokus er á draktina, og ov lítið á svimjararnar.
Craig Lord heldur sum sagt at vit eru á veg út í eina kreppu, men heldur hinvegin ikki at tað ber til at venda fullkomiliga við nú. Hesar draktir sum eru komnar fyri at, og FINA má tí bara royna at avmarka skaðan. Loyva eina ávísa nøgd av hjálp frá draktini (sum FINA reglurnar sum kunnugt forbjóða beint nú), og so annars ansa væl eftir at man ikki fer longur. Og so eigur ítrótturin at forbjóða nýtslu av hesum draktum í yngru aldursbólkunum, av tí at tær eru so dýrar.
Fina skal eftir øllum at døma fundast um nýggju draktirnar nú leygardagin.