Tey siga meira ella minni ‘farið og kopierið Speedo’, nú tað á FINA heimasíðuni stendur: FINA confirmed that all the swimsuits approved so far are complying with the specifications. Tvs. at tað er í lagi at TYR hevur lagt inn neopren í svimjidraktirnar, sum vit annars mest kenna sum tað (flótandi) evnið sum vátdraktir verða gjørdar av, at Adidas vevur uppí ‘powerbands’ til at betra um blóðrensl og eksplosiva kraft, og so framvegis.
Italski Filippo Magnini hevur í dag fingið eina nýggja útgávu av Arena R-Evolution, sum Craig Lord á SwimNews sigur hevur ‘panel’ sum følast meira sum plastikk enn klæði, og sum hann (Magnini) eftir øllum at døma ætlar sær at brúka í 100 metra frí finaluni í morgin. Livst so spyrst.