Hetta er 8 hundraðpartar spakuligari enn teir 15:12.80 sum hann svam á DHM fyri 14 døgum síðani, og tí óivað ikki nøkur tíð sum hann er glaður fyri beint nú. Men ókey, tað vísir støðugt høgt støði, at hann í desember svimur 15:10, og nú á vári tvær ferðir 15:12. Síggið úrslit og splitt-tíðir hjá Páli her á omegatiming.com (ein PDF-fíla sum eg eisini havi viðfest her niðanfyri).
Kári og Pál hava lagt støðið í ávíkavist rygg og frí og tí er kanska ikki talan beinleiðis um nakað bragd á hesum sinni, hóast vit standa gapandi eftir og beundra dreingirnar… hallóó 3.50!!!!! Vit hava jú EJM um 14 vikur og Kári, veit eg, hevur vant fram til hesa kappingina síðan undan jólum…. man ikki Pál hava okkurt fyri eygað til hesa kappingina eisini;) Skal man tora at rópa hart upp um at ein niðurtrapping er í væntu? 😉