Suðurafrikanski Gerhard Zandberg sigur nú at hann ikki fer at kappast á olympisku leikum í sínari drakt sponsorerað av Arena, men heldur gjalda tær 3000 evrurnar í bót til at kunna svimja í Speedo. ‘Eg fari ikki at skaða mínar møguleikar’. ‘Hvat eru 3000 evrur?’, við tilvísing til at eitt OL heiðursmerki hevur nógv meira virði.
Magnini slapp ikki at svimja í nýggju Arena R-Evolution draktini í teimum 100 frí á HM, tí at FINA ikki vildi góðkenna hana fyrr enn í juni. Hann valdi tí heldur at svimja í Speedo, og var yvirhøvur nøgdur við hana, hóast hann bara varð nummar tvey í kappingini. Segði at tað var gott at kunna vera á hædd við hinar, um enn hann væntar at hann hevði kunnað sett heimsmet í nýggju Arena draktini.
Eftir er so at síggja hvat aðrir svimjarar velja at gera fram til OL. Sambært Associated Press so hevur franska Manaudou sponsoravtalu við Arena. Brendan Hansen, Aaron Piersol, Jason Lezak og Kaitlin Sandeno hava avtalu við Nike, men her sigur høvuðsvenjarin Schubert at hann fer at biðja allar amerikanskar svimjarar um at svimja í Speedo. Japanar svimja í Mizuno.