‘Úthaldniskunstnarin’ David Blaine helt ondina í 17 minuttir og 4 sekund á Oprah Winfrey Show í dag, eftir fyrst at hava anda inn reint oxygen í umleið 23 minuttir. Hetta var nærum ein hálvan minutt longri enn gamla metið á 16 minuttir og 38 sekund, sum Peter Colat setti í februar í ár. Og nei, hann brúkti ikki Speedo LZR 🙂
Her eru tvær videoir úr ‘videodagbókini’ hjá David Blaine, sum vísa hvussu hann fyrireikaði seg til at seta met.
Tað er forrestin stórur munur á hvussu leingi man kann halda ondina, alt eftir um man byrjar við at anda inn reint oxygen ella ikki. Offisiella heimsmetið hjá ‘frídykkarum’ er ‘bara’ 9 minuttir og 8 sekund hjá monnum, tí at tey tá ikki hava loyvi til at anda inn oxygen áðrenn. Hitt metið er metið hjá Guiness Book of World Records.
Menniskju kunnu halda ondina longri í (køldum) vatni enn á landjørðini, vegna nakað tey á enskum kalla “the mammalian diving reflex” (‘kavingar refleksið hjá súgdjórum’). Um vatn kaldari enn 21 gradir Celcius kemur at andlitinum, so lækkar pulsurin eini 10-25%, sum ger at oxygenið ikki verður uppbrúkt so skjótt, og fara vit heilt djúpt so hendir annað eisini (æðrarnar lata aftur út í fingrar o.t.).
Latið sjálvsagt verða við at royna at seta hesi met sjálvi. Man kann fáa knappligt blackout, svíma og drukna uttan ávaring. Fara frá at vera á lívi til at vera druknaður uttan at nakar sær á tær at deyðin er á veg. Eg veit um at hetta eisini er hent í Føroyum, at onkur er farin ov langt. Fólk kunnu lætt venja seg til at halda ondina leingi, men tað krevur hjálp frá serfrøðingum og í øllum førum altíð at onnur ansar 100% eftir tær. Og børn eiga væl ongantíð at gera nakað sovorðið yvirhøvur. So er tað sagt 🙂
TIME skrivar her um hvussu hann kundi halda ondina so leingi. Um hvussu frídykkararnir ‘pakka’ lunguni, við fyrst at fylgja lunguni fult út, og síðani pakka enn meira luft niður í tey við at svølgja hana niður. Og ikki eta í langa tíð áðrenn, so at magin ikki upptekur pláss ið lunguni kunnu brúka. Og annars at fokusera uppá at halda seg í ró uttan at svíma. Ein serfrøðingur heldur eisini at eingin kann halda ondina í meira enn 5 minuttir uttan at fáa skaða á heilan.
http://www.time.com/time/health/article/0,8599,1736834,00.html