Svimjifelagið WestSwim skipar nú 2. – 4. maj fyri stórari altjóða svimjistevnu í Esbjerg, við 1845 luttakarum úr 10 londum. Tað er 11. árið at WestSwim skipar fyri hesi stevnu, og Havnar Svimjifelag luttekur sum onkuntíð áður við einum rættiliga stóri hópi. Fylgi við á heimasíðuni hjá WestSwim, á livetiming.dk, ella við evt. at fylgja við beinleiðis ‘videostreaming’ frá kappingini.
Innleiðandi riðlar byrja hvønn dag kl 08:45 danska tíð, og enda umleið kl 15:00. Luttakararnir úr Havn eru sambært startlistanum:
- Heidi Andreasen (25, 33)
- Helena Dahl-Olsen (1, 13, 25, 33)
- Elsa Sára Djurhuus (1, 13, 15, 25, 29, 33, 37)
- Kristina Eliasen (5, 7, 21, 25, 33)
- Dánjal Hestoy (2, 4, 14, 26, 34, 38)
- Guðrun Holm Jacobsen (5, 13, 25, 33)
- Jákup Símun F. Jacobsen (4, 6, 14, 26, 28, 34)
- Lisbeth L. Joensen (5, 9, 19, 25, 33)
- Høgni Miné-Rasmussen (6, 8, 22, 28, 30, 40)
- Ólavur S. Petersen (2, 14, 16, 24, 34, 38)
- Bjørg Seloy (3, 9, 19, 21, 33, 39)
- Andrass Thomsen (4, 26, 34)
- Hanus á Tjaldrafløtti (2, 14, 20, 26, 34)
- Dagmar M. Winther (3, 13, 17, 25, 33)
- Ragnhild P. Østergaard (5, 9, 13, 15, 19, 25, 31, 33, 35)