Svenska svimjistjørnan Stefan Nystrand skrivar her á bloggu síni um tað góða veðrið og ta stóru svimjistevnu sum er í Bergen her í vikuskiftinum. Hann luttekur á Bergen Swim Festival, sum eg eisini royndi at lokka føroyingar til fyri umleið einum ári síðani.
Áhugavert er m.a. at hann nevnir tær stóru peningavirðislønirnar á tilsamans um 300.000 (svenskar?) krónur sum norðmenn her bjóða og danir eisini eru farnir at bjóða, men sum tey (enn) eru óvon við í Svøríki. Um vit hyggja at innbjóðingini, so er talan um 300, 200 og 100 norskar krónur kontant til 1., 2. og 3. senior, nøkur nakað smærri gávukort til eldri juniorar, yngri juniorar og brekaði, gávur til lið og steyp til besta felag, umframt 10000, 5000 og 2500 krónur til hægsta, næsthægsta og triðhægsta point-úrslit á stevnuni.
Tað burdi verið upplagt hjá føroyingum at fara til altjóða svimjistevnu í Bergen; men ókey, hon liggur nakað nær FM.
Nystrand vann annars 50 frí við tíðini 21.79. Alexander Dale Oen (NOR) vann á Cameron Van Der Burgh (RSA) og Oleg Lisogor (UKR) í 100 bringu við tíðini 58.73. Anna-Karin Kammerling og Lars Frölander vunn 50 firvald við tíðunum 26.82 og 24.36. Gard Kvale (Nor) var einasti luttakari í 400 frí hjá monnum, og vann tí við tíðini 4:00.11, meðan Christer Koch Kvam vann hjá juniorum við tíðini 4:02.74. Allar tíðir eru í 25 metra hyli.