Éitt er at hann ikki kláraði at svimja við teimum 10 skjótastu á heimsmeistarastevnuni í 10 km havsvimjing seinasta sunnudag, og enntá varð kolldømdur fyri at órógva ein annan svimjara, og harvið misti kjansin fyri at luttaka í havsvimjing á OL. Men tá ið hann hartil kom upp og sá út sum ein hálvfeitur mastersvimjari; tá var rok í Avstralia. So mikið, at hann mátti stilla upp til ‘photoshoot’ í svimjibuksum í Melbourne nakrar dagar seinni.
Offisiella søgan er at hann hevði drukkið nógv vatn áðrenn kappingina, og at man hartil bólnar upp av at svimja 10 km í sjógvi. At hann kanska ikki var heilt ‘på toppen’ eftir at bæði vera bukaður av í svimjingini, og síðani kolldømdur. Og at hann ongantíð hevur verið av klænastu monnum. Og so framvegis. Pál, um løtan nakrantíð var har, so er hon har nokk nú 🙂
Bloggan hjá Grant Hackett er vist nokk her, men hann hevur einki skrivað síðani 2. apríl.