Viðfestur her niðanfyri er fyribils startlistin til Føroysku Meistarastevnuna 2008, sum verður nú fríggjadag til sunnudag 16.-18. mai 2008. Vit kunnu skjótt staðfesta at hóast samlaða luttøkan er rættiliga stór, so er hon so gott sum púra uttan teir ‘jokarar’ av útlendskum og/ella fyrrverandi svimjarum sum vit annaðhvørt vónaðu ella stúrdu fóru at melda til. Í øllum førum hvat einstaklingakappingum viðvíkur.
Í staðin sær tað út til at serliga Pál fer at gera eitt ordans hál. Hann er nevniliga seedaður sum nr 1 í 13 kappingum, umframt at liggja væl fyri til heiðursmerki í tveimum øðrum. Spenningurin er væl serliga um hvussu vítt hann kann gera nakað við sprintararnar í 50 frí, so at hann harvið sum tann vælsagtans fyrsti føroyingurin nakrantíð kann vinna allar fríteinarnar frá 50 til 1500 á FM, íroknað 800. Men til tað skal hann koppa bæði Paula Ø. Mohr, Dánjal Martin Hofgaard og Kristian Olsen, sum hóast alt hava betri tilmeldingartíð á stytsta teininum.
Ná, songartíð, men vit hoyrast væl aftur í morgin. Svend Åge biður feløgini um at senda møguligar rættingar til sín skjótast gjørligt, og sovorðnar eru har heilt víst. Sum til dømis hasir rasku Reka-svimjararnir ið svimja 400 frí undir minuttin 😉
Hasin startlistin kann ikki brúkast har eru fleiri svimjarar frá Reka årg 1999 og 2000 har er einki skil á 🙂