Teldupostur frá Ægir í dag:
Hey tit øll, sum elska svimjing í Føroyum.
Sum tit sikkurt hava hoyrt, so ætla vit í Ægir at hava eina veitslu her í Klaksvík 24 mai.
Veitslan verður fyri FM-svimjarar, og eru hjálparfólk eisini vælkomin, og evt. eisini tey ið vara av felagnum.Skráin verður áleið henda:
Ægir-veitslan 2008
- 19.30 Vælkomsdrykkur (alkoholfrítt)
- 20.30 Til borðs.
- 21.00 Undirhald feløgini (hvørt felag fær 5-10 min at undirhalda í) er ikki tvungið.
- 21.30 Hallur Joensen “countrystjørna ” kemur at syngja og spæla 4-5 sangir
- 21.45 Rókur í Jákupsstovu kemur at hava ljósmyndashow frá svimjiárinum, sum er um at verða farið.
- 22.00 Ársins songrødd ” karooké “. Hvørt felag kann hava tveir svimjara, sum sleppa at upptraðka. Vinningur verður til vinnaran. Surprise vinningur. Karakterur verður givin fyri ma. upptraðkan-sang-innlivan í sangi oa.
- 22.45 Ársins FLOPP, JOKE, LANDKRABBI, ÓSERIØSI SVIMJARI, Mrs. COOL, Hr. COOL, ?????
- 23.30 Discoteque
- 01.00 Endi
Hetta er áleið tað, sum fer at henda. Døgverðin verður svínaháryggur við øllum, sum har har til hoyrur, og okkurt lekkurt omaná.
Nágreinilig skrá verður kunngjørd seinni. Minnist til, hetta er ikki GALLAVEITSLA. Ikki verða ílatin sum til eina gallaveitslu.
Lat okkum fáa eitt gott og hugnaligt kvøld saman.
Feløgini verða biðin um at boða Símuni Akursmørk frá umleið tal á fólki sum ætlar sær norður, helst í dag ella í morgin. Kostnaðurin verður 150 kr. pr. høvd