Tíðindaskriv frá Svimjisambandinum um FM í svimjing:
Í sambandi við árligu føroyameistarastevnuna í svimjing, sum verður í Tórshavn um vikuskiftið, hevur
Svimjisambandið gjørt av at royna framleiðslu og beinleiðis sending av øllum finalum í sjónvarpi.Samstarvsavtala er gjørd við Televarpið, R2Net og Rás 2.
Kappast verður eftir hesi skrá:
- Fríggjadag 16. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 13:30 og finalur frá kl 18:00
- Leygardag 17. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 09:30 og finalur frá kl 16:30
- Sunnudag 18. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 08:30 og finalur frá kl 15:30
Finalurnar verða vístar beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum, hvønn dag, og byrjað verður fríggjadagin kl
17:45.Vegna Svimjisambandið
Palli Ziskason
Um føroyameistarastevnuna
Kann man uppá nakran máta síggja hetta á internetinumm?
Eg vænti í øllum førum ikki at nakar hevur orku at fáa tað í lag eisini í morgin. Men vit hugsa um tykkum, og kanska verður tí onkur video á YouTube ella tílíkt, umframt myndir.