Ægir bjóðaði sum kunnugt til veitslu í Klaksvík nú eina lítla viku eftir FM, og feløgini møttu heilt væl upp. Eini 90 fólk úr feløgunum norðanfjørðs møttu upp til at eta væl og syngja og skemta, dansa, hoyra countrysang og kappast í karoke. Onkur vann fartelefon í lutakasti, og onkur annar við at syngja betur enn hini. Og so var ‘ársins’ eisini, av ymiskum slag sum vit ikki hava sæð fyrr. Disko og jenka og limbo og tað heila. Eitt frálíkt kvøld í dýrdarveðrinum 🙂
FLOT gentur eru rættiliga raskar til limbo
Meðan serliga (fyrrverandi) Skeggjar svimjarar duga at dansa
Ægir hevur ein dýrgrip í Kristiani Olsen, bæði so og so
Hoyr bara hvussu hann og Haraldur syngja
FS svimjarar duga bæði eitt og annað
SSF hevur Palla Sinatra
Og Reki?… well, tað sigur nakað um støðið í karaoke kappingini, at hesin ikki vann
(tað gjørdi hendan, um nakar ivast)
Myndirnar hjá mær frá veitsluni eru allar at síggja her á Flickr.com.