Misjavnur annar dagur

Tað er tíverri heldur ikki gingið heilt eftir vild í dag, men onkrir glottar eru. Magnus svam ikki upp til sítt besta í 200 rygg, og kom tí ‘bara’ inn í sætt-bestu tíð har hann lá til at fáa næstbestu. Somuleiðis hevði Tanja ætlað sær eitt sindur meira enn tað triðbestu tíð sum hon endaði við í 100 bringu. Og tíverri so fram vegis.

DSC00233

Men stafettirnar báðar í 4×100 blandað vunnu so syngjandi sínar riðlar, í fínum tíðum. Astrið tók 2 sekund av sínari bestu tíð í 100 firvald, og Birita fimm í 200 rygg. Heðinn svam triðbestu tíð av øllum í sínum bólki, og betrað eisini um sína bestu tíð í 100 firvald við fleiri sekundum. Og Alvi betraði sum Bartal hevur nevnt um sítt bólkamet í 400 frí, sum nú fer at standa ‘í allar ævir’.

Vit hava ávísa praktiskar trupulleikar við at fáa tey yngru norður til Hørsholm og aftur, tí tey skulu ganga og koyra tok og so aftur ganga. Tey noyddust avstað heilt tíðliga í morgun, og komu so ikki aftur fyrr enn kl 20 ella har á leið, tí at stevnan har norðuri dróg út. Hørsholm Svømmehal er ógvuliga flott og góð at vera í; men tað at sjálvsagt tungt allíkavæl at vera har í 12 tímar og meira, líkamikið hvussu góðar umstøðurnar eru. Í morgin ætla tey tí at gera tað eitt sindur ørvísi, so at svimjararnir ikki skulu gerast so móðir av at ferðast og vera har norðuri.

Nú eru vit bara nøkur tandur sum mala uppi, meðan hini sova. Onkur er akkurát komin upp her í felagshølið at biðja sær seingjarpláss, av tí at onkur annar snorkar so illa niðri undir. Teldan her larmar nokk so illa, so góða nátt, og vit hoyrast aftur í annaðkvøld.

6 thoughts on “Misjavnur annar dagur”

  1. Eg atli mær at Rósa øllum, sum hava svomi hendan 1 dagin í Hørsholm , og øll hini, sum svimja í Kastrup.
    Ja úrslitini er so hips um haps, men nu atli eg mær at rósa teimun ungu svimjarnum, sum hava svomi í Hørsholm í dag, Rókur er so óðførur at skriva um øll tey eldru, av tí at ahugin hja mær er mest hja teimun yngru so dugi eg at síggja at tað eru nógvar bestu tíðir í dag , í 100m blanda staffet hja gentum , har síggja vit Ceciliu Eysturdal svimja eina tíð í 1oom frí uppa 1,09,68 og í 4x50m frí 31,27 hatta er klort hennara bestu tí , og Turið Chriastiansen svimur eisini sína bestu tí í 100m bringu 1,28,48. Jonna Thomsen var innmelda 2oom blanda 2.55.10 og kemur inn á mål 2.45.29 hennara klort bestu tí, super svomi tit øll , tað er so í svimjing man hevur ikki ALTÍÐ EINA GÓÐA DAG , blívi bara við drívi á tit eru óðfør øll somul, Havi ein góðan dag í Kastrup og Hørsholm í morgin tit øll… 🙂

  2. Eg vil líka vísa á, at hjá onkrum svimjarum gekk bara heilt væl.
    T.d. Jóhann Heðinsson (ikki Heðinn!) svam seg til eitt 3. pláss í 100 bringu við tíðini 1.21.00, bert 4/100 frá egnum bólkameti.
    Í 100 firvald betraði hann tíðina frá 1.16.51 til 1.12.28, sum er nýtt bólkamet (1.14.92, Jóan S. Edmundson).
    Í 100 frí betraði hann tíðina frá 1.04.51 til 1.03.16
    Eg veit vit ganga burtur frá bólkametunum seinni í ár, men hetta er bert fyri at hava nakað at samanbera við.

    Annars haldi eg, at allir svimjarar hava gjørt sítt besta, og fara at gera tað aftur í dag, og tað gleða vit okkum til 🙂

    1. Ja Jóhann, ikki Heðinn. Hatta varð skrivað tá ið so gott sum øll vóru farin í song… og eg nokk burdi verið farin eisini :-S

  3. Bestu tíðir higartil aftur í morgun Cecilia 5om frí 31,79 Óluva 50m frí 32,82 Jonna Thomsen 200m bringu 3.15.94 og Tanja 200m bringu 3.14.81 super gentur 🙂

  4. Rós til okkara svimjarar í morgum.
    T.d. Alvi Hjelm, Magnus Jákupson, Jóhann Heðinsson og Poula Ø. Mohr hava øll svomið sínar bestu tíðir í morgum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.