So er DÅM av fyri hesu ferð

Nýggjar myndir eru lagdar upp í savnið á Flickr, og eg fari nú (skjótt 🙂 undir at senda videoir upp eisini.

DSC00220

Havi ikki havt stundir til at hyggja at úrslitunum í Hørsholm, men í Kastrup gekk bara heilt hampuliga væl aftur í dag. Birita tók ikki bólkametið frá Elspu í 50 rygg, tá ið tær svumu 4×50 blandað, men hinvegin var samlaða tíðin nóg góð til at tær settu nýtt landsliðsmet við yvir tveimum sekundum, hóast tríggjar av gentunum hoyra til yngra árgang av bólki 4, og Birita sum tann fjórða faktiskt hoyrir til bólk 3.

DSC00282

Poula svam hartil ein brand 100 metur frí í tíðini 1:04.72, sum er persónligt met við umleið 1½ sekundi (1:06.15) og tíggjunda besta tíð av øllum gentum í hennara árgangi á DÅM 2008. Birita betraði seg eisini við einum tíggjundaparti, men hinvegin so varð Jón kolldømdur í 200 bringu, og Bjarni doyði nokk so ógvusliga í 200 frí. Monika var heldur ikki nøgd við sínar 100 frí, og soleiðis hevur tað gingið upp og niður.

DSC00226

Eg skal fara at skriva meira seinni (um ikki annað í viðmerkingum), men beint nú er matur á skránni, og so er tað hatta við videounum…

2 thoughts on “So er DÅM av fyri hesu ferð”

  1. Eg fari nokk at renna ein túr nú um eina løtu, tá ið maturin er rímiliga sodnaður

    Og so kanska at hyggja at fótbólti |-)

    1. Éin er á veg, eftir at teldan hevur arbeitt í eg veit ikki hvussu langa tíð. 4×100 blandað hjá gentunum í Hørsholm. Men tað verður so tann einasta í kvøld, tí nú er klokkan eftirhondini mánamorgun, her í DK. Hmm, ella tann fyrsta í morgin árini.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.