Eftir strævnan dag í Field’s, havi eg nú havt stundir til at senda fleiri videoir upp afturat. Her beint nú er tað talan um kappingina 100 metrar bringusvimjing í Hørsholm leygardagin, men eg leggi so so líðandi fleiri videoir afturat, so hvørt sum tær eru klárar. Tær eru tíverri ikki í hágóðsku, av tí at tær fylla ov lítið á YouTube :-/
Jóhann Heðinsson 100 bringu
Turið S. Christiansen 100 bringu
Tanja Skaalum 100 bringu
Magnus Jákupsson 200 rygg
Eldru genturnar 4×100 blandað
Eldru genturnar 4×50 blandað
Poula 100 rygg
Birita 100 rygg
Helena 100 rygg
Jón 200 bringu
Bjarni 100 frí
Birita 100 frí
Poula 100 frí
Monika 100 frí
Helena 100 frí
Eldru genturnar 4×100 frí
Havi lagt ta videoina afturat nú
Finst eisini í hágóðsku: http://www.youtube.com/watch?v=HKiFU3k7XhU&fmt=18
Ja tað gongur spakuliga, men her er so 4×100 blandað hjá teimum eldru, leygardagin.
Vóru ikki fleiri videoir av svimjarnum til dåm 🙂
Tað tekur 100 ár at gera hasi brotini klár til internet, og so eitt sindur afturat at senda upp. Men jú, har er meira á veg 🙂
Ein eitt sindur serlig video. Hon royndi eftir bólkametinum hjá Elspu í 50 rygg, tá ið tær svumu stafett; men tá ið hon (aftur) var eitt vet frá metinum, hildu vit at hon líka so væl kundi royna teir fyrstu 50 av 100 eisini. So tí svimur hon skjótt teir fyrstu 50, fyri síðani at dragna afturúr.
Síðsta kapping sum føroyingarnir luttóku á, á DÅM 2008, og harvið tað síðsta sum eg sendi upp á hesum sinni. Eg havi vist nokk okkurt brot eftir á bandinum frá fríggjadegnum, men tað kemur at bíða eina tíð.