Lesið her á sportal.fo, ella her á nýggju heimasíðuni. Har er enn okkurt smáting við at adressan hjá heimasíðuni skiftir frá isf.fo til solvihansen.com, men annars er hon ótrúliga flott og spennandi. Og djørv, við tað at tey nú lata upp fyri at vit kunnu gera viðmerkingar til tilfarið á heimasíðuni. Enntá til kontroversiell tíðindi sum at “Ein maður, ið varð dopingkannaður í Føroyum tíðliga í 2005 vísti høgt testosteronvirði“.
Sølvi brúkar open source heimasíðuskipanina WordPress til nýggju heimasíðuna, sum er sama skipan sum vit í FLOT brúka til okkara heimasíðu, og sum eisini verður brúkt á t.d. athletics.fo og triathlon.fo. Hetta er egentliga ‘bara’ ein skipan til at gera bloggur við, sum tó er so mikið sterk at hon kann brúkast til portal-líknandi skipanir sum hasa nýggju www.isf.fo, og til stórnýtslu sum t.d. her á CNN.com. Ein stórur fyrimunur er sjálvsagt eisini at hon er ókeypis, og tí bara krevur hjálp ella serfrøði til uppsetan og viðlíkahald, ein heimasíðuservara og eina adressu.
Skipanin hevur ymiskt ‘sosialt’ innbygt sum t.d. møguleikin at loyva viðmerkingar til tað sum ein skrivar, at kunna skipa tilfar í bólkar og við frámerkjum (t.e. lyklaorð sum tey ið skriva kunnu leggja afturat so hvørt sum tørvurin uppstendur), at kunna skifta sjálvt sniðið út skjótt og lætt, at kunna halda skil á hvør sum skrivar hvat, umframt fráboðanarskipanir sum ping og RSS. Sølvi hevur víðkað skipanina á www.isf.fo til at vit eisini kunnu melda okkum til eitt tíðindabræv, sum so vælsagtans kemur út meira ella minni sjálvvirkandi, so hvørt sum tilfar legst afturat síðuni.
Sum heild ein spennandi síða, har vit kunnu vænta at serliga viðmerkingarnar fara at síggjast sum ein stórur munur. Um altso tey tora at hava veruligt kjak á síðuni (og her tosi eg av persónligari erfaring, at tað er ikki so lætt sum man heldur. Kjak innan føroyskan ítrótt kann skjótt gerast heitt :-).