Pál Joensen sett sum nevnt nýtt føroyskt met í 400 frí á Danish Open í morgun við tíðini 3:57.17, sum er betring av hansara egna meti frá EJM í fjør við meira enn 9 sekundum. Malan Vitalis Bærendsen betraði um sítt egna met í 50 bringu frá 36.90 (Reykjavík International 2008) til 35.79. Og Shaila millum Garðarnar betraði somuleiðis ógvusliga um sítt met í 50 firvald frá 30.65 (Reykjavík International 2008) til 29.80… og er harvið fyrsta føroyska kvinna undir 30 sekund í 50 firvald á langbana.
Elspa Mørkøre svam eisini eina knúsandi góða tíð í 50 firvald (29.07), sum fekk hana í finaluna við fimtbestu tíð í kvøld. Men hon hevur so síðani valt at melda frá hesari finalu, allarhelst tí hon satsar uppá teir 200 fyrr á kvøldi (ella rættari seinnapart… tey byrja kl 17 danska tíð, sum er kl 16 her hjá okkum).
Tað er øgiligt sum tey betra seg. Til lukku Susvim, nú mugu vit heldur til at bíleggja okkum bilettir til Serbia í summar ! 🙂
Nýggja metið hjá Pál viðførir at hann nú kann styrkimetast sum 10. besti svimjarin í Evropa í 400 frí á langbana
http://www.swimrankings.net/index.php?page=rankingDetail&rankingClubId=12903714&firstPlace=1