Seint í gjárkvøldið komu boðini um at 4×200 frí kvinnustafettin hjá dønum slapp at luttaka á OL, og danska svimjisambandið hevur tí úttikið Micha Østergaard og Louise Jansen afturat, til at styrkja um stafettina. Danska svimjisambandið skrivar víðari, at Micha Østergaard hevði verið úttikin undir øllum umstøðum, vegna ógvuliga góð úrslit á svimjistevnu í Canet í Fraklandi… eisini hóast hesi úrslit vórðu fingin eftir at freistin var farin.
FINA fann ikki pláss til 4×200 frí harrastafettina hjá dønum, sum merkir at m.a. fyrrverandi heimsmeistarin í 400 frí, Jacob Carstensen, ikki sleppur við til OL hesuferð. Heldur ikki ein Emil Dall-Nielsen, og danski OL hópurin er tí:
- Jakob Andkjær (VAT/VI39/Elitecentret)
- Chris Christensen (West Swim Esbjerg)
- Jon Rud (West Swim Esbjerg/Elitecentret)
- Mads Glæsner (Allerød/Sigma/Elitecentret)
- Lotte Friis (Allerød/Sigma/Elitecentret)
- Julie Hjorth-Hansen (Birkerød/Sigma)
- Jeanette Ottesen (Kvik Kastrup)
- Micha Østergaard (West Swim Esbjerg/Elitecentret)
- Louise Jansen (Allerød/Sigma)
Heimasíðan hjá danska svimjisambandinum loyvir ikki at eg leinki beinleiðis til tíðindini, so tit mugu bara sjálvi blaða tykkum fram til tey á www.svoem.dk