Orsaka meg, eg havi verið upptikin av onkrum øðrum. Malan svam 50 bringu finalu í kvøld og gjørdi tað gott, um enn ‘bara’ við eini tíð sum lá í millum metini bæði hjá henni frá í gjár. 35.52 sekund, har hon í gjáramorgun setti føroyskt met við 35.79 og síðani um kvøldið aftur met við 35.34. Elspa valdi 100 frí frá í kvøld, hóast hon fekk triðbestu tíð í morgun. Hetta var sikkurt tí hon vildi spara seg til hálvfinaluna í 100 rygg, har hon hon so eisini varð nr 2 við 1:05.10.