Hetta var í einum sera hørðum riðli, har Shaila var styrkismett sum nr 5, og olympiskar svimjarar sum Jeanette Ottesen og Julie Hjorth-Hansen hálaðu ferðina upp. Firvald er ikki ein grein har tað er serliga gott at svimja móti harðari kapping; tí fyri tað fyrsta kann man ‘doyggja’ nakað so grúðuliga, um man roynir at fylgja við og tí leggur ov hart út, og fyri tað næsta skapa tey sum svimja frammanfyri rættiliga stórar aldur, ið síðani spjaðast út um allar geilar. Men hon gjørdi tað altso; betraði um sítt egna met við meira enn einum hálvum sekundi, frá 1.09.87 til 1:09.19.