Pál førdi suverent frá byrjan til mál og blakaði Anders Lie afturum seg. Nýggja metið hjá Pál er 15:20.13, ið er 45 sek skjótari enn gamla føroyska metið og 7 sek skjótari enn gamla danska junior metið. Pál var sostatt bara 8 sek frá at taka danska metið á teininum.
Splitt-tíðirnar hjá honum vóru 58.51, 2:00.14, 3:01.56, 4:03.58, 5:05.37, 6:07.20, 7:08.88, 8:10.76, 9:12.20, 10:13.88, 11:15.37, 12:17.16, 13:18.48, 14:19.91 og 15:20.13.
Anders Lie gjørdist nr 2 við tíðini 16:03.75, also knappar 13 sek skjótari enn hansara innleiðandi tíð.
Susvim skrivar, at tíðin hjá Pál gevur 902 FINA stig, sum er tað mesta ein føroyskur svimjari hevur fingið. Hann er vist nokk eisini skjótasti juniorur í Evropa á 1500 m langbana.
45 sekund betring, soleiðis at tað nú eru bara 8 sekund til danska seniormetið. Heilt ófatiliga fantastiskt.