Søgan verður bara betri og betri, og so nógv betri enn vit høvdu torað at vónað. Pál Joensen tók í dag 24 sekund av føroyska metinum í 800 frí, og svam harvið 4 sekund betri enn nakar danskur juniorsvimjari nakrantíð hevur svomið. Og hetta var bara í innleiðandi, í nakað sum venjari hansara Jón Bjarnason kallaði “skjót men ikki max svimjing”. Í morgin skal hann svimja móti sjálvum Mads Glæsner, í 800 metra frí finaluni, sum eigur bæði metið í 800 og 1500 frí, hjá bæði juniorum og seniorum. Og Pál svam skjótari enn Glæsner í innleiðandi 🙂