Touché sportalurin og Jákup Mørk – eg yvirsá at “World Youth Championships” í Monterrey í Mexico eisini var fyri junior aldursbólkin hjá Pál. Tað vísir seg at vinnarin har í 800 frí hjá juniorum gjørdist Herman Heeren við tíðini 8:01.77, sum er næstan trý sekund spakuligari enn teir 7:58.97 hjá Pál í Gladsaxe herfyri.
Herman Heeren er suðurafrikani, og verður tí eingin trupulleiki á EJM í Beograd. Men hinvegin gjørdist Krzysztof Pielowski úr Póllandi nr 2 við tíðini 8:02.02, Raoul Shaw úr Fraklandi nr 3 við 8:04.71, og Pavel Medvetskiy úr Russlandi nr 4 við 8:04.93. Eitt fitt petti aftanfyri Pál, men tó so ikki so langt burtur at Pál kann taka tað fullkomiliga róligt.
Í 400 frí gjørdist 91-arin Danila Izotov úr Russlandi nr 1 við 3:51.81, italski Alex Di Giorgio nr 2 við 3:53.19, polski Krzysztof Pielowsky nr 3 við 3:53.66, og franski Raoul Shaw nr 4 við 3:55.45. Altso ein hørð kapping, har teir 3:54 hjá Pál ‘bara’ røkka til eitt fjórðapláss.
Úrslitini frá 1500 eru ikki heilt klár enn á hasari ‘live timingini’ hjá meksikanum, men sambært tíðindaskrivinum hjá teimum her, so varð Krzysztof Pielowski úr Póllandi nr 1 við 15:25.01, russiski Artem Podyakov nr 2 við 15:26.56 og franski Raoul Shaw nr 3 við 15:31.07. Pál liggur altso bara heilt væl fyri við sínum 15:20.13 frá Gladsaxe.
Fann hesa (her av Google umsettu) síðu har tey siga at hann varð úttikin til HM og EJM í 400, 800 og 1500 frí. Altso somu greinir sum Pál
http://translate.google.com/translate?hl=en&sl=fr&u=http://www.amslfrejus.com/suite.php%3Fnewsid%3D343&sa=X&oi=translate&resnum=3&ct=result&prev=/search%3Fq%3DRaoul%2BShaw%26hl%3Den%26client%3Dfirefox-a%26rls%3Dcom.ubuntu:en-US:unofficial%26hs%3D4eW
Í øllum førum um eg dugi at týða hesa ógvuliga alternativu týðingina
http://66.102.9.104/translate_c?hl=en&sl=pl&u=http://miasta.gazeta.pl/olsztyn/1,35189,5448700,Krzysztof_Pielowski_podbija_Meksyk.html%3Fskad%3Drss&prev=/search%3Fq%3DKrzysztof%2BPielowski%26hl%3Den%26client%3Dfirefox-a%26rls%3Dcom.ubuntu:en-US:unofficial%26sa%3DG%26pwst%3D1&usg=ALkJrhgI_R0HWL8dI0zO_SMqr3vhohxlmg
He he, bara heilt stuttligt at royna hetta her Google týðingartingið. Viðkomandi her væntar ikki at hann kemur til finalurnar, men at tað verður ein góður lærdómur allíkavæl.
http://translate.google.com/translate?hl=en&sl=ru&u=http://swimming.ru/SMF/index.php%3FPHPSESSID%3Dc0edf988fb3beff0fb5ce2d7db383e21%26topic%3D4504.msg109248&sa=X&oi=translate&resnum=7&ct=result&prev=/search%3Fq%3DPavel%2BMedvetskiy%2BDanila%2BIzotov%26hl%3Den%26client%3Dfirefox-a%26rls%3Dcom.ubuntu:en-US:unofficial%26hs%3DhmW%26sa%3DG%26pwst%3D1
Tíðindini eru eisini komin í ÚF umvegis sudurras.com.
So tað eru ikki bara vit á svimjing.com, sum eru seinir at varpa tíðindini 🙂