Sum kunnugt fara teir báðir Pál Joensen og Kári J. á Høvdanum at luttaka fyri Føroyar á evropeisku juniormeistarastevnuni í Beograd. Kári í ryggsvimjing, og Pál á longru fríteinunum. Offisiella skráin sæst her á www.belgrade2008.org, og tíðarætlanin her, umframt at eg her niðanfyri listi upp tær kappingar sum eru viðkomandi fyri Pál og Kára.
Klokkutíðirnar her eru ‘føroysk tíð’, ið er ein tíma aftanfyri serbisku (tvs. innleiðandi eru kl 9:00-12:00 serbiska tíð, og finalurnar kl 17:30-20:00). “innl.” er stytting av “innleiðandi”, altso kvalifikatiónsriðlarnir til at koma í finalu.
Mikudag 30. juli | Hósdag 31. juli | Fríggjadag 1. august | Leygardag 2. august |
Kl 08:00-11:00 400 frí innl.: Pál 100 rygg innl.: Kári |
Kl 08:00-11:00 1500 frí veikaru riðlar . |
Kl 08:00-11:00 200 rygg innl.: Kári . |
Kl 08:00-11:00 50 rygg innl.: Kári 800 frí veikaru riðlar |
Kl 16:00-18:30 400 frí finala 100 rygg hálvfinala . . |
Kl 16:00-18:30 100 rygg finala 1500 frí bestu riðlar: Pál . . |
Kl 16:00-18:30 200 rygg hálvfinala . . . |
Kl 16:00-18:30 50 rygg hálvfinala 200 rygg finala 800 frí bestu riðlar: Pál 50 rygg finala |
Miðlahúsið sendir fólk til Beograd, so fylgið við á Rás2, Portalinum og í Sosialinum.