Ein fyribils startlisti er nú at síggja her á swimrankings.net, sum tó ikki er fullfíggjaður enn. Hann umfatar nevniliga bara tey sum hava meldað til við skipanini á swimrankings.net, og tað hava til dømis føroyingarnir ikki gjørt. Tí eru Pál og Kári ikki á listanum, og sikkurt onnur við. Men hann gevur eina hóming av kappingini sum Pál og Kári eru uppi ímóti.
Her eru bestu tilmeldingar í teimum greinum sum Pál og Kári luttaka í. Eg listi líka bestu tíðir upp hjá Pál og Kára, so at vit betur síggja hvussu okkara støði er í mun til teirra; men gevið gætur at tíðirnar hjá Kára eru rættiliga gamlar eftirhondini (frá EJM í Antwerpen, síðsta summar), og at Kári hevur betrað seg nógv á stuttum hyli síðani tá. Allar føroysku tilmeldingartíðirnar eru føroysk met:
50 rygg – Kári J. á Høvdanum (FAR) 28.46
- Adam Maczewski (POL) 26.08
- Artem Dubovskoy (RUS) 26.17
- Stefanu Mauro Pizzamiglio (ITA) 26.33
100 rygg – Kári J. á Høvdanum (FAR) 1:00.95
- Christopher Walker-Hebborn (GBR) 55.61
- Artem Dubovskoy (RUS) 56.34
- Gabor Balog (HUN) 56.42
200 rygg – Kári J. á Høvdanum (FAR) 2:14.10
- Gabor Balog (HUN) 1:59.00
- Christopher Walker-Hebborn (GBR) 2:00.59
- Radoslaw Kawecki (POL) 2:00.72
400 frí – Pál Joensen (FAR) 3:54.50
- Alex di Giorgio (ITA) 3:53.19
- Krzystof Pielowski (POL) 3:53.66
- Raoul Shaw (FRA) 3:55.45
800 frí – Pál Joensen (FAR) 7:58.97
- Krzystof Pielowski (POL) 8:02.02
- Raoul Shaw (FRA) 8:04.71
- Pavel Medvetskiy (RUS) 8:04.93
1500 frí – Pál Joensen (FAR) 15:20.13
- Krzystof Pielowski (POL) 15:25.01
- Artem Podyakov (RUS) 15:26.56
- Raoul Shaw (FRA) 15.28.67
Har manglar ein hvítarussi í 50 rygg (Pavel Sankovich, 29.93), umframt at teir báðir Maczewski og Dubovskoy hava býtt um pláss, sikkurt tí at tey 26.08 hjá Maczeski eru frá 2007.
http://www.swimrankings.net/index.php?page=rankingDetail&rankingClubId=12903896&firstPlace=1
Hartil manglar Daniil Izotov í 400 frí, sum annars á styrkismetingarlistanum hevði klárt bestu tíðina 3:51.81. Kanska tí at hann sum kunnugt skal til OL 1-2 vikur seinni… og vit føroyingar skulu ikki klaga, tí harvið hevur Pál betri kjans at koma á heiðursmerkjaskammilin. Izotov er russi, og við tað at aðrir russarar eru at finna á listanum, so er tað nokk ikki tí at teirra tilmeldingar eisini vænta, sum tær føroysku.
http://www.swimrankings.net/index.php?page=rankingDetail&rankingClubId=12903714&firstPlace=1
Tað kann lesast á heimasíðuni hjá evropeiska svimjisambandinum, http://www.lenweb.org, í dag. Og harvið eru møguleikarnir hjá Pál at vinna heiðursmerki í 400 frí knappliga nógv betri.
LEN listar eisini upp at føroyingar eru tilmeldaðir, so phew… tað verður nokk í ordan allíkavæl, um enn vit ikki síggjast á fyribils startlistanum.