Sum tit kunnu lesa í júst útkomna fríggjadags-Sosialinum, so vera Rás2, Sosialurin og Portalurin til staðar á kantinum í Beograd, nú Kári og Pál fara at kappast fyri Føroyar. Og svimjing.com eisini, við tað at undirritaði sleppur við sum viðmerkjari og tøkningur, sum liður í samstarvi millum Svimjisamband Føroya og Miðlahúsið.
Tað er eitt sindur óvist hvussu góðar umstøður vit fáa at senda tilfar heim úr Serbia, men vit báðir fara so at royna tað vit megna, at senda fyrst og fremst ‘live’ útvarp á Rás2, skaffa myndir við hjálp av einum lokalum serbiskum fotografi, og eisini sjálvir taka myndir, video og ljóð uppá, um hendurnar eru bara rímiliga fríar.
Næstu vikuna eiga svimjiáhugaðir føroyingar altso at fylgja við í øllum førum á Rás2, á Portalinum, í Sosialinum, umframt at lesa svimjivinarligar heimasíður sum hesa, www.susvim.com, www.sport.fo, www.fsvim.com og www.ssf.fo. Og gevið gætur at tað eisini verður gjørligt at hoyra útvarpssendingarnar ‘live’ á netinum, á www.ras2.fo
Spennandi verður at hoyra úrslit úr Serbia.
Tað er deiligt at hoyra, at (ávísir) fjølmiðlar í Føroyum hava fingið eyguni upp fyri svimjingini! Og tað verður spennandi at fylgja við, serliga Pál!
Annars góða eydnu Kári og Pál!