Jón skrivar á www.susvim.com: Annars er tað nok so stuttligt at vera føroyingur her til EJM nú okur hava svimjarar við sum veruliga gera um seg. Danir komu til mín í dag og bjóðau okkum at sita saman við teimun, tað er ikki komi fyri fyrr. Um tað er tí at teir síggja møguleikar fyri at fáa Kára og Pál á danska landsliðið í framtíðni, ella um tað er tí at okur halda til saman við svium, ella tí at danir bara elska Føroyar, skal eg ikki sita her og siga, men teir hava bjóða okkum gratis fysioterapeut og annað gott. Jú jú kongaríki letur hoyra frá sær, og tað er bara gott.
Annars hava teir tað heilt gott Serbia. Kuffertið hjá Pál er ikki komið fram, men teir búgva gott og hava lætta leið yvir í svimjihylin. Har vóru 30 hitastig í gjár, og í dag verður heitari. Pál heldur at hylurin er í so heitur til 1500 frí, “men tað er líka fyri allar”.