Ja hatta var so tað, fyrsta føroyska heiðursmerkja á EJM nakrantíð, og tá enntá eitt úr gulli. Pál Joensen, evropameistari í 400 frí við 3:51.44. Sjálvsagt føroyskt met, og føroyskt met eisini í 200 frí, eftir at hava svomið fyrstu 200 í hasum 400 við tíðini 1:53.20. Undir vinnaratíðina hjá Izotov frá HM í Mexico í juli, og harvið ovast á styrkismetingarlistanum hjá alheims juniorum, í 400, 800 og 1500 frí. Sensatiónin er her, og tvær kappingar eru eftir. Tvær har hann er betur.
Tíðirnar frá kappingini eru komnar. Tær eru her (pdf fíla).
Eitt stórt tillukku til tín Pál, hetta var heilt fantastiskt – tað er nokk ikki gingið heilt upp fyri okkum her heima enn !
Góða eydnu við restina av EJM
Einsini ein heilsan til Jón, Kára og Petur Heðin, og familju og kenningar hjá Pál, sum eru í Beograd. Vit eru mong sum fegin vildu verið saman við tykkum.
Eisini ein heilsan til svimjing.com, Portalin og Rás2. “1-0” til Rás2 í dag, eftir frálíkar sendingar – øll í Vági hava útvarps-tólið fast innstillað á Rás2 hesar dagar.
Heilsan Heri Mortensen
Pal Joensen of Faroes became the first swimmer from his country to win a European Junior national title with a time of 3:51.44 in the 17-18 400 free. He knocked off Alex Di Giorgio of Italy, who finished second in 3:51.55. Xavier Mohammed of Great Britain rounded out the top three in 3:54.21.
http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/18650.asp?q=European%20Junior%20Championships:%20Germany%20Sets%20Meet%20Record%20in%20400%20Freestyle%20Relay
Hjartaliga, hjartaliga tillukku Pál! Tað er ikki meir enn at man er komin niður á jørðina aftur, eftir stórbragdið, sum tú framdi í dag. GULL for ólukkan! Í 400m! Eg haldi ikki at eg havi fatað tað enn. Vágsbygd kann vera stolt av at hava ælt ein so fantastiskan svimjara, og ein ikki minni fantastiskan venjara! Tillukku Jón. Tit burdu sæð hvussu fløggini ruku upp í flaggstengurnar í Vági, og hoyrt hvussu fólk skutu fýrverkarí 🙂 Ja, vit eru sanniliga stolt. Og tað er øll Suðuroyggin, og tað er alt Føroya land.
Og Kári (og Petur Heðin), tillukku við tí føroyska metinum á 100m. Hatta var óheppið við banatognum. Flott at tú kláraði at seta met kortini!
Å denn spenningur eisini, ið vit fingu her heima á klettunum! Hatta var ein super fín frásøgn hjá tykkum, Jón Brian og Rókur. Man føldi næstan at man stóð við hylin og hugdi. Nakkafjaðrarnir stóðu beint upp í loft teir síðstu 50 metrarnar hjá Pál. Eg hopi at tit verða fastir fusir on air til svimjikappingar framyvir.
Nú sá eg akkurát videoupptøkuna av heiðursmerkjahandanini á susvim.com. Hvat var tað rørandi, at síggja tað lítla Merkið veittra omanfyri tey veldiga stóru fløggini hjá Italia og Bretlandi. Gævið eg kundi verið har.
Pál, góða eydnu við 1500m og 800m komandi dagarnar. Og Kári, góða eydnu við 50m. Koyrið á motorin!
Eg skal heilsa tykkum frá øllum her yviri í Líðini við lukkuynskjum. Eisini ein heilsan til Kaj & Thurid, Malan, Eyðbjørn og Elmar, Jeannu & Hans Michael, og annars onnur sum eru við til kappingina.
Guðrun í Líðini
Fyrireikarnir skriva:
“…the most exciting race of the day was perhaps the finals in 400m freestyle. After the 350m Pal Joensen from Faroe Islands was leading (3: 51, 44) and even though Italian Alessio di Giorgio (3:54, 21) did his best and despite his marvellous finish, in the end he was slower than the boy from Faroe Islands. The bronze medal went to Xavier Mohammed from Great Britain (3:19, 26)…”
Eg fann hesa fínu greinina, á síðuni hjá Rudersdal og Birkerød Avis, har tey kala Pál fyri “PowerPål” :o)
“Sigmas to deltagende herrer måtte for en stund vige pladsen på berømmelsens tinder til en forrygende færing, da der blev svømmet junior EM i Beograd.”
“…en ren tour de force fra færøske Pål Joensen…”
Tit finna alla greinina á leinkjuni niðanfyri
http://www.birkeroedavis.dk/article/20080804/ARTIKLER/860252888/1001/BISLOKALE
Guðrun í Líðini