Fýra svimjarar fóru í morgun til Finlands har teir skullu taka lut í NUM ( Nordisk Ungdoms Mesterskaber )
Hetta er kapping á sera høgum støði, har bara tey bestu sleppa við.
SSF valdi at senda hesi avstað: Birita Debes (Flot), Helenu Strøm Sævarsdóttir (SuSvim), Moniku Biskupstøð (Ægir) og Poulu Øssursdóttir Mohr (FS).
Kappingin byrjar ímorgin, og svimjararnir koma heimaftur sunnukvøldið.
Venjarar eru : Rúni Gaardbo, Petur Heðin á Fløtti og Jóhan Martin Poulsen
Her er eitt videobrot frá FM 2008, tá Rúni Gaardbo avdúkaði hvørjir svimjarir skuldu til Finlands.