Ikki so galið at verða verðinsberømtir í Beograd. Pál Joensen er einasti svimjari á EJM sum til nú hevur vunnið tvey gullheiðursmerki, og vit báðír Jón Brian eru teir einastu útlendingarnir sum varpa ‘live’ frá stevnuni. Sita mitt í rokanum, mitt í verðini, og mitt í søguni.
Bláa landsliðstroyggjan er fastur fúsur til hesar stevnur, tí alt annað vildi verið tápuligt. Løgin kensla at síggja Pál trína inn á pallin sum klárur favorittur í 1500 frí, í somu troyggju sum eg havi á kroppinum. At síggja hann heilsa upp á okkum, og so hølvað heila fratið av. Og heilsa aftur, tá ið uppgávan er loyst.
Taxa-chaufførarnir eru simpult hen so skeg her niðri. Vit bara flenna í bilunum. Onkunstaðni í øllum hesum NATO-tvæssinum havi eg fingið fullkomiliga skeiva mynd av serbum, tí hetta eru í botn og grund av blíðastu fólkum. Mennirnir eru rácool sum útgangspunkt, men bloytast upp við fyrsta anleidning. Kvinnurnar eru sum í Føroyum, vakrar og fyrikomandi, um enn sum heild nakrar centimetrar hægri.
Vit báðir Jón Brian vóru á Stadion Crvena Zvezda í morgun, at síggja hvar føroyska landsliðið skuldi spæla í september. Fyrst í ‘Red Star Shop’ at keypa mær nøkur meira fesk klæðir at ganga í, og so yvir at spyrja onkran duravørð, um vit kundu sleppa inn at síggja stadion. Einki problem. Vit fingu tann heilt stóra túrin, at síggja vøllin, mediasentrið, framsýniningarhølið við 700+ steypum, undirskriftunum hjá Busby Babes og Jóhan Petur Olgarsson. Men meira um tað seinni, kanska, í Sosialinum.
Á veg heim lupu vit yvir í eina kiosk at keypa okkum eina einkulta øl, og so inn í ein taxa at náa heim á Hotel Srbija, áðrenn vit skuldu á Tašmajdan. Spurdu pent taxa-chaufførin um vit kundu seta á ølirnar, men hann svaraði “no thanks, I drive”. Hann helt vælsagtans at vit royndu at bjóda honum øl 🙂
“Farska Ostrva”, er serbiskt fyri Føroyar, og faktiskt nakað sum fleiri serbar kennast við. Tey hava eitt sindur torført við at plasera oyggjarnar, men hava hoyrt um tær. Verri er við hinum tjóðunum, sum í heilum mugu hava Føroyar teknaðar á eitt kort. Stúrsaði við, tá ið ein bretsk genta kendir Hetland men ikki Føroyar. Á well, tað er so hennara problem.
Jón Brian og eg fingu ikki sitið heilt saman við føroyingunum í dag, vegna so nógvar aðrar áskoðarar. Settu okkum tí eitt sindur frá, saman við nøkrum dønum. Og heilt erligt tit har heima… løgið at standa og flippa út um Pál, saman við fólki sum ikki duga málið. Sum bevíst valdu at bíða við at fara til eftir heiðursmerkjahandanina, “for vi må se det store flag”. Fitt fólk eisini her, sum bjóðaðu mær at lána stopp-ur og tað heila.
Okkara serbiski fotografur kom so og fekk meg at stúrsa eitt sindur, tá ið hann segði at Partizan-viðhaldsfólk hava fyri at buka fólk sum ganga í klæðum sum eg. Red Star shorts. “But don’t worry, they are out of town”. Eg visti ikki heilt hvat eg skuldi halda, og helt tí lágan profil til vit komu aftur her á hotellið. Veit ikki ordiliga hvat eg so skal fara í í morgin, tí hetta er sirka tað einasta sum eg havi, nú kuffertið hevur valt at búgva í Kastrup.
Takk øll tit har heima sum senda okkum heilsanir og rós. Og orsaka um vit ikki eru so røsk at svara aftur. Her er so mikið nógv press á, at Jón Brian og eg simpult hen máttu melda ‘time out’ her kl 22 eitt ella annað í kvøld, tí at vit ikki høvdu etið síðani morgunmatin í morgun. Vit renna runt og varpa út í bláan heim, uttan veruliga tíð at kanna eftir hin vegin, hvat ið Gerhard og restin siga og gera í Føroyum. Og tað fløvar tí nógv at fáa viðmerkingar í SMS og telduposti, um at vit eru nøkulunda á røttu leið.
Lesið Portalin og Sosialin, og lurti at Rás2. Jón Brian hevur ein arbeiðsmoral sum fáur; so eg havi bara uppgivið, og royni tí heldur at fáa svøvn, enn at royna at fylgja við honum. Eg kann taka yvir, tá ið hini taka hann til okkurt annað 🙂
Til lukku øll somul. Og takk tit báðir.
Sigma NS skrivar:
“…nu hvor vi kommer ind på Færøerne, så svømmede Pál igen sine konkurrenter agterud, da han i jagten på Mads Glæsners nordiske rekord vandt 1500 m fri langt foran nummer 2 i tiden 15:18.37. Tiden rakte ikke til ny nordisk rekord, men et utrolig flot løb af Pál. Stort tillykke. Inden aftens finaler blev der i højtaleren proklameret, at hvis Færøerne vandt medalje i dag, så havde man fremskaffet et stort færøsk flag… lidt komisk;O)…”
Hvat skal man siga? Vit her heima eru púra paff! “Tvífaldur Europameistari Pál Joensen…” *snøft* tað er bara for vilt :oD
Pál og Jón, enn einaferð, STÓRT tillukku!
Tá tit hoyra Heimbygd Mín næstu ferð, so minnist til, at tað verður sungið um tykkum báðar eisini:
Søgu ríka mín heimbygd hon eigur,
megnarkvinnur og -menn føddust her,
vunnu bygdini æru og heiður,
gingu undan í verki manga ferð.
…
Tit venda aftur til Vágs sum hetjur :o)
Hjartaliga tillukku.
Og Kári, hjartaliga tillukku við metinum á 200m :o)
Guðrun í Líðini