Norðurlensku meistarakappingina á langbana 2008 høvdu finlendingar undir hond á hesum sinni og Tampere átti karmarnar. Ein upplagdur møguleiki hjá teimum til fyrireikingarnar til europeisku junior olympiaduna, sum skal verða har á leiðini í 2009. Hetta er aðru ferð at kappingin verður hildin og samstundis aðru ferð, at føroyingar stilla upp.
Orsaka av umstøðunum er svimjing á langbana enn eitt fremmant fyribrigdi hjá okkum her heima og eru fá, ið yvirhøvur hava sæð ein 50 m. hyl; men hetta er av álvara við at koma í vend. Hetta merkist eisini á teimum fýra Biritu Debes úr Rituvík, Helenu Strøm Sævarsdóttir úr Vági, Moniku Biskopstø úr Klaksvík og Poulu Ø. Mohr úr Fuglafirði, tá tær stóðu frammanfyri 50 m. hylin í Tampere fríggjakvøldið í síðstu viku til fyrstu venjingina har.
Venjari á túrinum var Johan Martin Poulsen. Genturnar møttu til venjingar í Klaksvík dagin fyri fráferð, har dentur serliga varð lagdur á fyrireikingar til langbana og skiftini í liðsvimjingunum. 7000 m. vórðu avgreiddir henda dagin og vant varð so ikki aftur fyrr enn í sjálvum kappingarhylinum í Tampere.
Gentur í aldrinum 13-14 ár og dreingir 15-16 ár úr seks londum stóðu seg um meistaraheitini 2-3 august. Hóast kappingin í sær sjálvum varð dagfest á fundi ímillum londini og danir høvdu fingið útsett hana til at verða fyrst í august, høvdu teir valt ikki at luttaka í ár. Hetta sást eisini aftur á samlaða úrslitinum, tá svenskarar í serklassa bæði vunnu meistaraheitið og áttu mest vinnandi svimjara.
Føroyingar høvdu ikki nógv annað enn upplivilsi, royndir og persónligar tíðir at fara eftir á hesum túrinum, men tað sá heldur ikki øðrvísi út, tá vit fyri tveimum árum síðan stillaðu upp í Svøríki við Kára J. á Høvdanum og Pál Joensen. Eisini tá merktiskt tað týðuliga, at vanligi dagsformurin ikki heilt røkkur til at svimja í dupult so langum hyli.
Kappingin var býtt upp í trý umfør og varð spennandi at leggja út leygarmorgunin og lodda dýpið, um støðið á norðurlendsku svimjarunum varð hækkað, síðan man sá teir seinast. Londini høvdu sínar einstaklingar, men sást serligur útviklingur hjá vertunum úr Finlandi, svenskarum og bringusvimjarunum úr Íslandi. Heilt óvæntað kom tað tó á íslendingarnar, at teir máttu verða nøgdir við annað- og triðja plássið í 200 m. bringu, tá svenskarar komu við sínum ´jokara´, ið smurdi alt av við meiri enn trimum sekundum.
Alt-í-alt sá tað ikki so galið út hjá Biritu og Helenu í 50 m. rygg… skjótasta startin áttu tær báðar so og tað var nokk til at fáa íslendska venjaran at venda sær við einum gapandi úttrykki, hóast endaliga støðan ikki var til okkara fyrimun. 50 metrarnir vóru ikki heilt so galnir hjá føroysku gentunum at taka lívið av, men heldur tá fatur varð tikið á longdirnar, har orientering ikki var heilt til staðar.
Sum heild høvdu føroysku genturnar startirnar framum nakran annan og trekti tað sjálvandi nakað upp. 100 m. frí, sum uttan iva er ein spennandi kapping, ið allar fýra leggja seg eftir, varð ikki reiðiliga nakað at skriva heim um á hesum sinni. Tað sást at møði spældi inn og genturnar høvdu trupulleikar at halda steaminum uppi. Poula svam so 1.07, men heldur seinni enn hon sjálv hevði væntað. Stóra kappingin hjá Poulu gjørdist harafturímóti 50 m. firvald, tá hon væl og virðiliga betraði um sína tíð.
Monika, sum svam tvær individuellar kappingar, gjørdi ein ordiligan vørr í 200 m. frí. Við 2.25.37 hevur hon svomið sína bestu tíð, um roknað verður um til at kappingin stóð í 25 m. hyli.
Føroysku úrslitini:
Birita Debes:
50 rygg: 0.33.87 (nr 7)
100 rygg: 1.16.89 (nr 8)
50 frí: 0.30.68 (nr 8)
50 firvald: 0.34.73 (nr 8)
200 rygg: 2.42.69 (nr 6)
Helena Strøm Sævarsdóttir
50 rygg: 0.34.96 (nr 8)
100 frí: 1.11.40 (nr 9)
50 frí: 0.30.97 (nr 9)
200 blandað: 2.55.69 (nr 10)
Poula Ø. Mohr
100 frí: 1.0792 (nr 8)
200 frí: 2.29.86 (nr 8)
100 rygg: 1.21.59 (nr 9)
50 firvald: 0.34.45 (nr 7)
200 blandað: 2.46.28 (nr 9)
Monika Biskopstø
200 frí: 2.25.37 (nr 7)
400 frí: 5.19.44 (nr 7)
Føroyar
4×100 blandað: 5.21.80 (nr 5)
4×100 frí: 4.44.38 (nr 5)