Lær bringusvimjing av Alexander Dale Oen

OL silvur vinnarin í 100 bringu, norski Alexander Dale Oen, vísir teknikk í nøkur video brot í Dagbladet. M.a. hvussu hann vendir, nakað hann hevur vant nógv í ár.

One thought on “Lær bringusvimjing av Alexander Dale Oen”

  1. Við vanligt norskt lítillátni skrivaði Dagbladet, at Alexander Dale Oen er Heimsmeistari í venjing. Undan OL fylgdi Dagbladet Alexander Dale Oen í fyrireikingunum.

    Í januar vandi hann í Fort Lauderdale í Florida í tvær vikur. Aftaná fór hann til Reykjavík at kappast og 3 dagars venjing.
    Februar var hann í tveimum venjingarlegum: 7 dagar í Hamar, og 7 dagar í Beitostølen, har hann eisini royndi langrenn á ski – nakað Alexander ikki dámar.
    Í mars vandi hann 10 dagar í Trondheim áðrenn EM í Eindhoven, har hann fekk gull og setti evropeisk met í 100 bringu. Haraftrat fekk hann tvær silvur og setti tvey norðurlensk met.
    Síðani vandi hann teknikk, startur og vendingar í Hamburg í apríl. Venjingin bleiv tikin upp á video fyri at finna veikleikar. Hareftir fór hann til HM á stuttbana í Manchester og fekk eitt 5. pláss og eitt 8. pláss og eitt norðurlenskt met.
    Tær síðstu fyrireikingarnar til OL byrjaðu í mei, har Alexander kappaðist í Bergen Swim Festival mótir m.a. HM silvurvinnarin, suðurafrikanarin Cameron Van Der Burgh. Oleg Lisogor úr Ukraina var eisini við í kappingini. Alexander gjørdist nr 3 á 50 bringu, men vann 100 bringu. Seinni vandi Alexander hæddarvenjing í Sierra Nevada (Spania) umleið 2320 metrar yvir havið. Meðan hann var í hæddarvenjing fekk hann laktat-kanningar.
    Í juni fór Alexander til tvær kappingar í Monaco og Barcelona. Fyrra kappingin var merkt av hørðu venjingini, men í Barcelona vann Alexander. Aftaná fór hann til Bergen at venja lætt og síðani til Ungarn, har hann í juli mánað vandi saman við øðrum, sum skuldu til NM á langbana í Hamar. Síðani fór hann til OL samling í Oslo og aftur til Bergen at venja áðrenn hann 25. juli fór til Kina, har hann fekk OL silvur.

    Alexander venur umleið 30-40 tímar um vikuna, har hann svimur 56 km, rennur og ger styrkivenjing.

    Soleiðis sá vika 25 mitt út mitt í juli:

    Mánadag:
    11.00-13.00 Svimja 5 km
    14.00-15.30 styrkivenjing
    16.00-17.30 basis
    Týsdag:
    06.00-08.00 svimja 6 km
    13.30-14.30 turn
    15.30-18.30 basis + svimja 5.5 km + bevegelighet
    Mikudag:
    06.00-08.00 svimja 5.5 km
    11.00-13.00 svimja 6 km
    17.00-18.00 renna
    18.00-19.00 styrkivenjing
    Hósdag:
    06.00-08.00 svimjga 5.5 km
    08.15-09.45 basis
    15.30-18.30 basis + svimja 7 km + bevegelighet
    Fríggjadag:
    06.00-08.00 svimja 5 km
    13.00-14.00 turn
    15.30-16.30 renning
    16.30-18.00 svimja 5 km
    Leygardag:
    09.00-10.00 basis
    10.00-12.00 svimja 6 km
    Sunnudag:
    frí

    Í alt 56.5 km.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.