Viðfest er innbjóðing og tilmeldingarfíla til metstevnuna 2008, at verða í Tórshavn tann 30. til 31. august. Hetta er síðsta stevna í kappingarárinum 2007-2008, og harvið seinasti kjansur hjá elstu bólkasvimjarum at seta met, áðrenn teir flyta upp í næsta bólk. Hartil er tað seinasti møguleiki at verða skrásettur fyri met á núverandi bólkametlistum, áðrenn teir verða fastfrystir sum partur av skiftinum til nýggja bólkaskipan.
Svend Åge biður feløgini vinarliga boða frá áðrenn hósdagin 14. august kl 23, um tey koma.