“Saudi Binladin Group” sleppur at tekna og byggja svimjihøllina sum skal brúkast til HM í Dubai í 2010, fyri umleið 1.5 milliardir krónur (ella 300 milliónir dollarar). Talan er ‘bara’ um stuttbana, har sjálvur kappingarhylurin er 10 geilir breiður og 25 metrar langur. Men mon ikki tey byggja ein ella tveir upphitingarhyljar eisini, og okkurt flott afturat, fyri hasa hálvuaðru milliardina? Lesið tradearabia.com
SwimmingWorld skriva eisini um hetta, og nevna at talan altso ikki er um Osama Bin Laden, men um pápa hansara.
http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/18935.asp
Sheik Mohammed bin Laden doyði í 1968, og felagið verður tí í dag stjórnað av abbasoninum Bakr, saman við 13 av sínum beiggjum. My bad.
http://en.wikipedia.org/wiki/Saudi_Binladin_Group