Og fyri at siga tað akkurát sum tað er, so eri eg (Rókur) ikki 100% vísur í at tað gekk heilt væl, enn. Trúgvu gestirnir síggja onkran mun uppi í høgra horni beint nú, sum eg má royna at rætta uppá, og so má man líkasum royna alt hitt eisini. Og fráboðanir í telduposti rigga slettis ikki, av tí at tað mótulið ikki finst til hesa útgávu. Men hvat, heimasíðan koyrir enn 🙂
Har er okkurt ordiliga undarligt, við at núverandi brúkarar nú sleppa at stovna ‘bókasíður’ og ‘síður’, sum ikki er ætlanin. Faktiskt er bóka-mótulið eitt mótul sum eg slettis ikki havi aktiverað enn. Vinarliga ikki stovna sovorðnar síður, til at eg havi fingið loyst hetta her.
Einki sum eitt sindur av nørdarí ikki kundi loysa 🙂
remove option plz.
Eg blívi við við at ivast í um tær skulu vera her ella ikki, men nú er so sløkt fyri teimum, eina tíð afturat 🙂