Koreanski Tae-hwan Park hevur valt at geva sínum venjarum teir 90.000 dollararnar sum hann fekk í bonus frá koreanska svimjisambandinum, afturfyri at vinna gull og silvur í Beijing. Venjarin Min-sang Roh hevur vant Park síðani at Park var heilt lítil, og hartil hava aðrir venjarar hjálpt honum á leiðini. Men Park verður ikki fátækur fyri tað, við tað at hann sum kunnugt tjenar aðrar 100 milliónir dollarar (einar 500 milliónir krónur) uppá lýsingar, vegna sítt gullheiðursmerki í 400 frí. Lesið SwimNews
Hatta er ikki so gali, so nú er at koyra á Rókur, tykur hava talentini ;)~
Men hugaligt er tað, at okur í okra ítrótti eisini fáa pening tá ið væl gongur. Og enn er hann ungur, harra Park.
So venjarin má bara hanga í hehe. Har er kanska væl meira at heinta 😉 Fyri eina gull er uttan iva ein stórur bonus kjekkur frá Koreanska svimjisambandinum, og man ikki ein venjari av slíkum kalibur fáa sera góð tilboð runt umkring ? Eingin ivi um tað.