bólkabýtið

er tað nakar í kann vísa mær á hvar eg kann nema mær vitan um hvussu tað nýggja bólkabýtið gongur fyri seg??? finni einki á svimjin.com, ei heldur á ssf.fo… og niður mann onkran forklára tað, vita tey heldur ikki hvussu tað fungerar..

hvar finni upplýsingar um hvussu bólkarnir eru bólkaðir?

11 thoughts on “bólkabýtið”

  1. Her er ein frágreiðing frá 1. september…

    http://www.svimjing.com/2008/09/01/story/so-er-nyggja-bolkabytid-sett-i-verk

    Bólkarnir eru í ár:

    • Senior: Gentur árgang 92 og eldri, dreingir árgang 90 og eldri
    • Junior: Gentur árgang 93-94, dreingir árgang 91-92
    • Bólkur 1: Gentur árgang 95-96, dreingir árgang 93-94
    • Bólkur 2: Gentur árgang 97-98, dreingir árgang 95-96
    • Bólkur 3: Gentur árgang 99 og yngri, dreingir árgang 97 og yngri.

    Tað sum eg tó ikki ordiliga veit, og ivist í, er um svimjararnir enn skifta árgang tann 1. september (tá ið føroyska svimjiárið byrjar), ella nú kanska tann 1. januar.

    Og hvussu skal tað skiljast, tá ið LEN skrivar at junior dreingir skulu vera 17 og 18 ár, og junor gentur 15 og 16? Skiftir tað tá, tá ið svimjararnir fylla ár?

    Hatta seinasta passar ikki heilt við tann máta sum eg til nú havi trúð at tað varð skipað. Elspa stríddist jú við at náa at fáa danskt juniormet áðrenn 1. januar.. men tað er kanska tí hon fyllir tá?

  2. Donsku reglurnar siga um aldursbólkarnar:

    Gruppe 1:
    Ældste årgang: Piger skal i det pågældende kalenderår fylde 14 år.
    Drengene skal i det pågældende kalenderår fylde 16 år.
    Yngste årgang: Piger skal i det pågældende kalenderår fylde 13 år.
    Drengene skal i det pågældende kalenderår fylde 15 år.

    Gruppe 2:
    Ældste årgang: Piger skal i det pågældende kalenderår fylde 12 år.
    Drenge skal i det pågældende kalenderår fylde 14 år.
    Yngste årgang: Piger skal i det pågældende kalenderår højst fylde 11 år.
    Drenge skal i det pågældende kalenderår højst fylde 13 år.

    Og um juniorar:
    Deltagende piger må i det pågældende kalenderår højst fylde 16 år.
    Deltagende drenge må i det pågældende kalenderår højst fylde 18 år.

    Hetta forklárar so, hví Elspa skuldi náa at svimja so og so skjótt áðrenn 1. januar, tí hon royndi jú at seta danskt juniormet.

    1. Reglurnar eru væl akkurát tær somu ?

      Deltagende piger må i det pågældende kalenderår højst fylde 16 år.
      Deltagende drenge må i det pågældende kalenderår højst fylde 18 år.

      Hesar vóru reglurnar til EJM í Beograd, og somu juniorar svimja altjóða kappingar sum juniorar fram til 1. januar. Um tú lesur innbjóðingar til onkra stóra stevnu í fraklandi ella italia, so sær tú akkurát tað. Og eg veit at í Danmark skifta teir/tær 1. januar til senior um fødd í 1990/1992
      So kanska kappingin í Klaksvík var skeivt bólka ? Um so er, so eru longu nøkur juniormet komin 😉
      Tað er so mín vón, men svimjinevndin má taka eina avgerð, og ikki “bara” siga at okur gera sum okur plaga, tí at tað er nemmast. Hitt er væl líka nemt 🙂

      1. Og eri einigur við tær í, at tað er nokk er best um vit gera akkurát sum danir og hini, um vit nú allíkavæl skulu skifta.

        Annars eru ‘fólk’ nokk so kedd um at dreingirnir nú byrja so seint at kappast. Jú jú, tað er skilligt at gentur mennast fyrr enn dreingir í pubertetinum, og tí kanska skulu verða juniorar og seniorar áðrenn dreingirnir. Men nú eru dreingir jú dreingir, og hava tí hug at kappast minst líka tíðliga sum gentur, so hvat við at gera ein eyka ‘bólk 4’ til dreingirnar?

        1. Tað var tosa um akkurát hetta á fundinum, og eg meini at øll vóru einig í, at um okkurt felag hevði hug til, í sínari lítlu stevnu, at hava ein eyka bólk ella tveir við, so var tað upp til felagi og dómaran. Men møguleikin er nok ikki til SUM sum eyka bólkur, har er tað hetta kappingarár árg. 97 og yngri.

  3. Eg vóni ikki, at reglugerðin koyrir eftir kalendarárið, hvis tað merkir, at svimjarir skulla toppa aftaná jól :-S

    1. hehe, EM liggur hálvan desembur, so har ber til at toppa, eins og at NJM liggur sum ein toppningur fyri juniorar í norðurlondum. Flestir svimjarir á topplan svimja væl eftir 3-deildum kappingarári. Altso við einum plani sum eitur 3×16 vikur. Nøkur nýta enn 2×24 vikur, altso við 2 toppum til juniorar.

      So Bartal, tú noyist at uppgeva jólagrísin, og koma í form 😉

          1. Eg ætlaði annars at mótmæla um nakað heilt annað, eg minnist ikki at hava lánt Bartali mínar svimjibuksir.

  4. Eg takki fyri 😀 hatta var ein stór hjálp… men havi so ein spurning afturat. eru tað bara bólkarnir sum eru broyttir? Altso tað liggur ikki meira í hesum uttan at árgangirnir eru broyttir og bólakrnir eita nakað annað?.. men enn einaferð takk fyri hjálpina, sjálvt um tit fóru út á eitt síðuspor har til endans hahahaha! 😀

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.