Nautica Malibu Triathlon í Los Angeles er nokk tað triathlon sum tú skalt luttaka í, um tú vilt møta veruligum ‘celebrities’, og enntá hava møguliga at smyrja tey av. Í ár luttóku m.a. Jennifer Lopez, Matthew McConaughey og Anna Kournikova, og skaffaðu í hesum sambandi $950,000 til Children’s Hospital of Los Angeles. J-Lo brúkti 2 tímar, 23 minuttir og 38 sekund, um at svimja 800 metrar, súkkla 29 km og renna 6,4 km; men hon hevur gott nokk eisini nýliga átt tvíburðar.
David Duchovny var við í fjør…
Her kann man hoyra J-Lo sjálva greiða frá triathlon venjingini, og annars finst venjingardagbókin eisini á netinum, við myndum og tílíkum.
Úrslitalistarnir síggjast her, og tey hava koyrt tey kendu í ein bólk fyri seg. Fyrsta skifti hjá J-Lo tók næstan líka langa tíð sum tað hjá Gunnari Dahl-Olsen plagar at taka 🙂
http://www.nauticamalibutri.com/results.htm