Sum tit kunnu lesa her á fsvim.com, so hevur Pauli Øssursson Mohr avgjørt at gevast við svimjingini. Hugurin er ikki til staðar, og tá er nokk best at gevast. FS-svimjararnir David Simonsen, Karina Petersen og Kirstin S. Rasmussen góvust eisini fyri tíð síðani, so svimjiárið byrjar tíverri við at seniorsíðan er viknað rættiliga nógv.