Total sensatión her á fsvim.com: Hylin hava vit funnið í Fuglafirði, so nú er bara at seta hita á soleiðis at vit kunnu venja á einum 40m longum hyli. Ja, sig so tað. Hann líkur kanska ikki alheims krøv, men tvær geilir á 40 m so tað er ikki at forkasta.
Uttan at eg veit nakað, so kundi tað ljóða sum trol-testingar-hylurin hjá Vónini.
Royndar brunnurin hjá p/f Vónini.
Hmm, so vítt eg veit, so er hesin brunnur ein ‘streymkanal’, og harvið í prinsippinum óendaliga langur, um bara vatnið kann fáast at renna líka so skjótt sum svimjarin svimur.
Havi leitað eitt sindur, og haldi meg síggja at vatnið kann fáast at renna við í øllum førum 2 knob, sum er um 5 km/t…
http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=2277&NewsItemID=616
(Streymkanalir eru forrestin nakað sum vit burdu fingið allastaðni, til at nøkta akutta tørvin uppá langbana)