Danir hava júst skipað fyri sínum ‘regións-stutthylja-meistarastevnu’, sum er eitt slag av upptakt til donsku stutthyljameistarastevnuna í oktober. Elspa Mørkøre luttók fyri WestSwim í ‘svømmeregion vest’, og kláraði har at vinna fimm gull, trý silvur og eitt bronsuheiðursmerki, í kapping har ‘vest’ sum heild var sterkari enn ‘øst’.
Hóast Kasper Linddal ikki skrivar nakað um Elspu í sínari ‘upptakt til heysthálvuna‘, so liggur Elspa nú rættiliga væl fyri til at klára kravtíðirnar til World Cup í Stockholm í november, og til EM í Rijeka í desember. Gott nokk skulu tær klárast áðrenn 26. oktober; men tað umfatar jú eisini donsku stutthyljameistarastevnuna, sum Elspa vælsagtans ætlar sær at klára seg gott á…
Grein | Vest | Øst | WC í Stockholm 2008* | EM í Rijeka 2008 |
---|---|---|---|---|
50 frí | E. Mørkøre 26.88 silvur |
K. Thomsen 27.15 (gull) |
25.39 | 25.23 |
100 frí | E. Mørkøre 57.19 gull |
L. Lund 58.34 (gull) |
55.90 | 54.80 |
200 frí | E. Mørkøre 2:03.76 gull |
A. E. Thomsen 2:04.10 (gull) |
2:01.62 | 1:58.59 |
400 frí | E. Mørkøre 4:19.27 gull |
J. Thomsen 4:28.12 (gull) |
4:15.80 | 4:08.13 |
50 firvald | E. Mørkøre 28.75 bronsa |
J. Grønning 29.06 (gull) |
27.24 | 27.33 |
100 im | E. Mørkøre 1:04.57 gull |
L. Lund 1:06.18 (gull) |
1:03.71 | 1:02.65 |
50 rygg | E. Mørkøre 29.20 gull |
K. Thomsen 29.94 (gull) |
28.60 | 28.65 |
100 rygg | E. Mørkøre 1:02.38 silvur |
K. Thomsen 1:04.98 gull |
1:01.32 | 1:00.91 |
200 rygg | E. Mørkøre 2:19.97 silvur |
Y. Saud 2:22.84 gull |
2:11.83 | 2:11.74 |