Danir hava nú lagt út ein nýggjan startlista til “Danske Mesterskaber på Kortbane”, har onkur tilmelding er strikað, onkur onnur rættað, og onkur svimjari enntá lagdur afturat. Broytingar sum ávirka plaseringarnar hjá føroyingum (og Ørn) eru:
- at besti svimjari í 200 rygg nú er spanski Ascwin Wildeboer (1:52.70), og Kári tí nú er svimjarin við 7. bestu tilmeldingartíð, heldur enn 6. bestu
- at Kári nú er seedaður sum nr 37 heldur enn 38 í 50 frí. Hartil stendur ‘SCR’ út fyri Ørn, sum vist nokk merkir ‘Scratch’ (altso at hann meldar frá)
- at Ascwin Wildeboer eisini svimur 100 rygg (50.96), og Kári tí nú hevur 4. bestu tilmeldingartíð, heldur enn 3. bestu
- at Ørn Arnarson meldar frá 50 firvald ? (aftur stendur SCR út fyri Ørn)
- at Ascwin Wildeboer eisini svimur 100 blandað (55.40). Aðrar frámeldingar gera tó, at Kári flytir frá 32. bestu tilmeldingartíð til 31.
- at Ascwin Wildeboer svimur 50 rygg (23.71), og SCR stendur út fyri Ørn. Kári hevur enn 9. bestu tilm.tíð, um vit síggja burtur frá hasum við Ørn
Mona hevur ikki melda nakað frá, og Ørn er liðugur sum svimjari. Eitt óhapp í einum hondbóltsdysti sleyt krossbond í einum knæði, og det var så det 🙁
Dammit, Ørn ferdigur sum svimjari. Men gev gætur: “Eitt óhapp í einum hondbóltsdysti”
akkurát hatta hendir sjáldan í svimjihyljum (um ikki man spælir ultimate waterpolo, ella okkurt sovorðið)