Svar frá SVØM uppá astma-søguna

Sum nevnt fríggjadagin, so bendir ein nýggj kanning á Bispebjerg Hospital á, at 2 út av 3 elitusvimjarum fáa astma av at íðka sín ítrótt. Danska svimjisambandið ger á heimasíðu sínari viðmerkingar til søguna, sum eg tíverri ikki fái leinkjað beinleiðis til; men sum í stuttum vísa á at talan um ein heilt serliga hóp av svimjarum, heldur enn um ein generellan trupulleika.

Éitt er at hesir elitusvimjarar svimja í meðal 22,2 tímar um vikuna, og tískil umboða ein rættiliga lítlan hóp av svimjarum, ið eru óvanliga nógv í hylinum. Og at talan er um “sports-astma”, sum ikki er at meta sum líka so ‘sjúkligt’ sum vanligt astma, við tað at trupulleikin er beinleiðis tengdur at hvussu nógv íðkarin kýtur seg (altso: íðkarin verður ‘lektur’ við at bara at venja minni).

Men hartil vísa tey á, at trupulleikin faktiskt er generellur fyri allar úthaldnisítróttir, og eftir øllum at døma verri í øðrum ítróttum. Ein kanning í sambandi við summar- og vetrar-OL í 1998 vísti nevniliga, at svimjingin ‘bara’ var á einum triðjaplássi tá ið tað kom ann uppá tal av astmatiskum íðkarum, aftanfyri súkkling og langrend-skíing.

Og so nevna tey rættiliga áhugavert, at kanningin ikki vísir hvat sum hendir tá ið íðkarin heldur uppat at íðka sín ítrótt. Forsvinnur sports-astmaið tá, og er sportsastma tá ein ‘belastnings-skaði’ á linju við svimjiakslar, fótbóltsknø og líknandi?

Dansk Svømmeunion lovar at enda at purra uppundir at hetta verður kannað, umframt í hvønn mun klor og inniklima í svimjihallunum kann vera orsøk til astma. Tey ignorera altso ikki trupulleikan, men vísa bara á at trupulleikin er avmarkaður til nakrar fáar elituíðkarar, sum kanska høvdu fingið sportsastma eisini um tær gjørdu annan úthaldnisítrótt. Og at svimjing altso enn er sunt fyri øll okkum vanligu deyðiligu, sum ikki brúka 20+ tímar í høllini hvørja viku 🙂

2 thoughts on “Svar frá SVØM uppá astma-søguna”

  1. Eg hevði eitt prát við René um hendan trupuleikan. René arbeiður sum “viceforstander” á Bernstorffsminde eftirskúla, har ein fínur svimjihylur er við ongum klori í.
    Talan er um nakað heilt nýtt, og René sigur at astma er als eingin trupuleiki nú teirra geniala system er komi í gongd.

    Les meira her. Hetta er ganska genialt.
    http://berns.dk/danmarkssundestebadevand/

  2. Havi tilfeldigvís hoyrt um okkurt líknandi, at onkur donsk fyritøka arbeiðir við at fáa klorið burtur. Meini at tey strálaðu vatnið, heldur enn at brúka klor, og at tað tó so var nakað sum var ‘rentabult’ fyri eina vanliga svimjihøll.

    Her stendur um okkurt sovorðið, har tey gott nokk brúka ‘ófarligar’ hydroxylradikaler, heldur enn klor. Og greinin vísir forrestin á hin droyða trupulleikan við klor, ið er at summi fáa útslett av vatninum:

    http://www.dr.dk/Regioner/Kbh/Nyheder/Sport/20060130055625.htm

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.