Tað gekk ikki væl hjá Kára í morgun. Í 50 frí kom Kári á mál við spakuligasta tíðini av teimum 55 svimjarunum, ið gjøgnumførdu innleiðandi riðlarnar. Tíðin hjá Kára var 25.90. Tilmeldingartíðin hjá honum var 24.89. Frederik Siem Pedersen, sum fólk muga minnast frá NJM í fjørð, tók ivaleyst fleiri av bóli tá hann svam bestu tíð og setti danskt junior met við tíðini 22.82.
Teir stóru dreingirnir bíta frá sær nú. Frederik hevði “bara” 6. besta tíð í hálvfinaluna (23.31).