Malan megnaði fyri løtu síðani at kvalifisera seg til hálvfinalunar í 100 bringu. Tíðin hjá henni, 1:17.25, varð nakað frá hennara tilmeldingartíð, 1:15.04, men tað varð nóg mikið til eitt hálvfinalu pláss. Hon svam í 5. og síðsta riðli mótir favorittinum Rikke Møller Pedersen úr Frem Odense, sum svam besta tíð í morgun (1:09.85).
Tað gekk so sum so hjá Maluni í hálvfinaluni. Tíðin (1:17.29) varð eitt vet spakuligari enn í morgun og var knapt tvey sekund frá eitt finalupláss. Men sjálvandi – eitt 14. pláss er sanniliga heiðurligt 🙂