Pál 1:47.38 í 200 frí (!)

Tað rakk ikki til heiðursmerki, nú Pál Joensen legði út fyri Aalborg Svømmeklub í 4 x 200 frí, men splitt-tíðin hjá honum á 1:47.38 er so væl og virðiliga føroyskt met. Danska juniormetið hjá Jon Rud frá 2004 var 1:48.69, og harvið eru danir nú í teirri óhepnu støðu, at ein føroyingur eigur danska juniormetið. Jacob Carstensen eigur seniormetið, sum er 1:45.56, frá 1998.

Pál skal svimja 200 frí aftur í innleiðandi í morgin árini, ímóti millum aðrar Jon Rud og Mads Glæsner. Hann hevur nú næstbestu tíð, um man samanber við tilmeldingartíðirnar hjá hinum, har Jon Rud hevur tilmeldingartíð 1:46.93, Emil Dall-Nielsen 1:47.89, og Mads Glæsner 1:48.51.

2 thoughts on “Pál 1:47.38 í 200 frí (!)”

  1. Jacob Carstensen hvørvur skjótt heilt úr danska metlistanum.
    Mads G. svam 1:45,53 fyri Sigma á fyrsta túrinum í 4x200m frí 😉

    Spennandi verður í morgin í 200m frí.
    Mads Glæsner, Jon Rud, Emil D. Nielsen, Pál Joensen undir 1:47,5 og so fleiri undir 1:49,5… jú har skal svimjast heilt skjótt bare fyri at koma í finaluna.

  2. http://www.SwimNews.dk skrivar nú at Pál setti danskt juniormet…
    http://www.swimnews.dk/?286

    Danska svimjisambandið skrivar eisini um tað á http://www.svoem.dk, har eg má endurgeva heldur enn at leinkja, av tí at tað er so torført at leinkja beinleiðis til tíðini á Svøm…

    Endelig blev det i samme holdkap til en dansk juniorrekord til den færøske svømmer Pál Joensen, som stiller op for Aalborg Svømmeklub ved disse mesterskaber. Pál sætter dansk juniorrekord på førsteskiftet i tiden 1.47,38, og forbedrer her Jon Ruds tidligere juniorrekordtid med 1,31 sekunder.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.