Sum tit kanska hava hoyrt í 3-2 beint nú, so hevur Palli Ziskason avgjørt at leggja frá sær sum formaður í Svimjisambandi Føroya. Hann fegnast um góðu úrslitini í seinastuni, men følir ikki at hann hevur so nógv meira at geva svimjingini beint nú. Tað vil siga, at nýggjur formaður skal finnast leygardagin.
Vit á svimjing.com vilja hervið nýta høvið til at takka Palla Ziskason fyri gott samstarv, og vóna at hetta ikki verður seinastu ferð at vit hoyra um hann í svimjihøpi. Her er altíð brúk fyri eini hegnisligari hond 🙂
Uttan Palla var eingin Pál. Teir møguleikar okur í føroyskari svimjing fingu við at fara út í heim var byrjanin uppá tað okur síggja í dag.
Takk fyri Pall Z.