Kringvarpið boðaði frá fyrr í kvøld, at Jon Hestoy bleiv valdur sum formaður á aðalfundinum hjá SSF. Meira kann lesast á ssf.fo. Eisini hevði Kringvarpið eitt prát við Jon, har Jon m.a. fýltist á, at karmarnir í føroyskum elite ítrotti minti mest um eitt uland.
Hestoy eitur Jon, ikki Jón ;o)
At hann so kanska er ein Jón wannabe, tað er so nakað heilt annað :o)
Skemt til síðis, hann eitur Jon, og eigur hetta at respekterast. Pál er Pál, ikki Pal ;o)
Annars takk fyri megnar avrik við síðuni, tíðindi, updates, rættingar oa. Tykur eru góður fongur fyri føroyska svimjing.
Sigurd Lamhauge eitur ikki Sigurð men Sigurd, men d-ið má ikki hoyrast. Astrið Foldarskarð eitur ikki Astrid men Astrið, men ð-ið skal hoyrast
Kunnu vit ikki bara avgera at senda øll nøvnini inn til føroyamálsnevndina at venda, og so brúka tað úrslit sum teir koma fram til? 😉
Púrasta einigur. Kanska eg sleppi undan at eita Jøvn tá ið eg fari til Klaksvíkar aftur hehe.
“There can be only one” (Highlander, 1986)
Hatta er ikki Jón, við ella uttan ó |-)