Pál Joensen reyk langt undir 15 min í 1500 !!!

Nýggja met tíðin hjá Páli Joensen er 14:49.34. Hann setti harvið nýtt danskt junior met og ognaði sær tvey gull heiðursmerki aftrat. Gamla metið (14:50.72) átti Mads Glæsner. Anders Lie gjørdist nr 2 við tíðini 15:16.38.

Millumtíðirnar vóru:

Metrar Tíð Splitttíð*
100 56.63 56.63
200 1:57.16 1:00.13
300 2:57.30 1:00.14
400 3:56.83 0:59.53
500 4:56.69 0:59.86
600 5:56.56 0:59.90
700 6:56.18 0:59.62
800 7:56.15 0:59.97
900 8:56.13 0:59.98
1000 9:56.07 0:59.94
1100 10:55.31 0:59.24
1200 11:54.50 0:59.19
1300 12:53.47 0:58.97
1400 13:52.64 0:59.17
1500 14:49.34 0:56.70

*her má takast fyrivarni fyri feilir í høvuðrokningini hjá mær

5 thoughts on “Pál Joensen reyk langt undir 15 min í 1500 !!!”

  1. Tíverri eyðnaðist tað okkum ikki at fáa fatur á fólki í Kolding til ítróttartíðindini í kvøld, tí Pál var júst liðugur at svimja.

    Men tað verður eitt innslag í tíðindunum í kvøld klokkan 21.00, sum verður endursent klokkan 22.00.

    Tað verður helst eisini í tíðindunum klokkan 10 í morgin

    vh

    Leivur Frederiksen
    Kringvarpið

  2. Nú hevur livetiming.dk ikki verið serliga væl koyrandi í dag, men eg haldi at Pál kom á mál beint eftir ítrottartíðindini vóru liðug. Spell at hann ikki kundi svimja skjótari 🙂

  3. Jákup Mørk skrivar her (um teir 1500 í gjár): “Tíðin hjá Páli var 14.49.34, sum er nýtt føroyskt met. Tíðin var 20 sekund betri enn tíðin, sum Pál Joensen vann EM við í summar.”

    Men gev gætur at EJM í summar var á langbana, meðan DM í gjár var á stuttbana. Har er ein veldigur munur, sum merkir at Pál ikki ‘bara líka’ kann svimja 1500 undir 15 minuttir á langbana eisini, sjálvt um hann klárar tað í stuttum hyli. Ella sagt ørvísi… um hann kundi tað, so burdi stuttbanatíðin verið betri 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.